Framhaldsdeild ella ikki?

Eg vil í stuttum greiða frá míni støðu, og grundarlagnum fyri míni avgerð um framhaldsdeild í Sankta Frans skúla.

 

Mín støða er tikin við støðu í tveimum punktum.

 

Punkt eitt: eg havi tikið undir við framtíðar skúlabygnaði, saman við einum einmælt samdum býráði.

 

Framtíðar skúlabygnaðurin Skúlin á Fløtum, umfatar Tórshavnar Kommunuskúla, Venjingarskúlan og 8., 9. Flokk frá Sankta Frans.

 

Eg havi lurta og tikið til eftirtektar, hvat skúlafólk, kommuna og Mentamálaráðið hava viðmælt og ráðført innan hetta, og meti eg, at hesin bygnaður er rættur. Ein framtíðarskúli, við eini 5 sporaðari framhaldsdeild, sum merkir at tað verða 5 flokkar í 8. og 9. Flokki í Skúlanum á Fløtum.

 

Punkt tvey: eg eri sannførd um, at teir allar flestu næmingarnir fáa gagn av øllum teim mongu og fjølbroyttu tilboðum, sum ein so fjølbroytt framhaldsdeild hevur at bjóða. Her hugsið eg fakliga og sanniliga eisini trivnaðarliga.

 

Kunnu tit ímynda tykkum, so nógvur ungdómur samlaður á einum og sama stað, hvussu stuttlig og mennandi hendan tíðin er fyri tey, tannáringar í besta blóma, við best møguligum lestrarmøguleikum og ikki minst møguleikan at knýta vinarbond fyri lívið.

 

Eg veit, at tað eru næmingar, sum av eini ella aðrari orsøk ikki trívast og teimum skyldar skúlin sjálvsagt at lofta og taka sær av, uttan mun til hvørjum skúla tey koma frá. Hetta er uppgávan hjá øllum skúlum, stórum sum lítlum.

 

Eg meti tað eisini umráðandi, at skúlin tekur væl ímóti nýggjum næmingum, og hevur ein góðan sameiningarpolitik.

 

Tit foreldur, sum nú í seinastuni hava borið fram sjónarmið og ynskir um framhaldsdeild havi eg stóra virðing fyri, men mín støða er greið.

 

Avgerðin er tikin, tilboð um framhaldsdeild verður í Skúlanum á Fløtum, og ongin framhaldsdeild verður í Sankta Frans, sum nú er. Hetta er skilagóð loysn, og eri eg spent uppá at fáa roynt hesa skipanina fyrst og fremst.

 

Hvat framtíðin hevur at bjóða vita vit ikki, og eri eg altíð sinnað at taka málið upp aftur, um ynski er til tess.

 

Niðurstøða mín er eisini tengd at verandi kørmum í Sankta Frans skúlanum. Tað er ikki rúm fyri framhaldsdeild í skúlanum sum er, og um tilboð um framhaldsdeild skal verða har, skal kommunan tískil eisini játta eina størri upphædd til  umbyggingar, umframt at vit byggja Skúlan á Fløtum fyri umleið 350 milliónir krónur.

 

Eisini skal havast í huga, at í somu løtu ein framhaldsdeild verður játta í Sankta Frans, koma tað umleið 100 næmingar færri í Skúlan á Fløtum, og hetta fær eina natúrliga avleiðing fyri byggiætlana á Fløtum.

 

Vit kunnu ikki byggja ein yvirdimensioneraðan skúla fyri skattapengarnar  hjá borgaranum.

 

Uppskot er komi um, at seta ein arbeiðsbólk at viðgerða framtíðar skúlabygnaðin í miðbýnum, og hesum taki eg undir við.

 

Eg undrist sum politikkari yvir, at ávísir politikkarir eru so heitir fyri framhaldsdeild í Sankta Frans,  nú tað  brádliga er so umráðandi at hava skúlabørn í miðbýnum. Hesi somu fólk kann eg spyrja, hví stuðlaðu tit ikki okkum fáu býráðslimum, sum á sinnið stríddist fyri, at varðveita Tórshavnar Kommunuskúla, sum ein miðbýarskúla. Tá bar onki til, og hoydi eg tá orðavalini, rívið skúlan niður, nei, tá var als ongin vilji til staðar.

 

Tá vóru vit allir býráðslimir samdir um, hvussu áhugaverdur hesin  framtíðarskúlin  á Fløtum er,  og so øll tey einastandandi góðu tilboðini , og ein felags framhaldsdeild, tað besta av tí besta vit kunnu bjóða ungdóminum í Tórshavnar kommunu.

 

At enda vil eg undirstrika, Sankta Frans er ein góður barnaskúli við dugnaligum starvsfólkið,  og skulu vit sjálvsagt alla tíðina gera neyðugar ábøtur, og geva skúlanum, starvsfólkunum og næmingunum allarbestu sømdir at mennast og virka í.

 

Eg eri so heppin at hava mítt dagliga yrki sum skúlaheilsufrøðingur, og í tí sambandi havi eg gjøgnum mong ár tosað um trivnað við skúlabørnini, eisini næmingarnar frá Sankta Frans,  og havi eg hoyrt tey mangar ferðir siga, at teimum dámar væl skiftið frá Sankta Frans,  at koma í ein nýggjan skúla og nýtt umhvørvið.

 

Fakliga kenni eg tí ikki aftur tey sjónarmið, sum foreldrabólkurin nú hevur ført fram.

 

Til kunningar vil eg nevna, at tað er Mentamálaráðið sum tekur endaliga avgerð um framhaldsdeild skal verða ella ikki í Sankta Frans skúla.

 

Við vón og ynski um eina bjarta framtíð fyri okkara ungdóm og framhaldsdeild í Skúlanum á Fløtum.

 

Bjørghild Djurhuus

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu.