Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.10.2018 (22:00)

Framleiðslustjórin hjá Marine Harvest fyri Føroyar gevst

Marit Solberg, sum hevur arbeitt í Marine Harvest síðani 1985, hevur í dag boðað frá, at hon fer frá vegna aldur. Hon hevur verið framleiðslustjóri fyri Marine Harvest í Kanada, Skotlandi, Írlandi og Føroyum. Marit Solberg, sum er systir norska stjórnarleiðaran Ernu Solberg, hevur seinasta arbeiðsdag sín 1. november.

 

Marine Harvest hevur longu funnið rætta persónin at taka yvir. Per Roar-Gjerde, sum er framleiðslustjóri fyri Noreg og Kili, tekur nú eisini ábyrgdina av Kanada, Skotlandi, Írlandi og Føroyum.

 

Marit Solberg er eisini nevndarforkvinna í Marine Harvest í Føroyum. Enn er ikki greitt, um hon leggur hendan sessin frá sær. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her