Framtíðar stjørnurnar skulu í eldin

Í morgun, mikumorgunin, fór føroyska U-21 landsliðið í hondbólti til Eysturríki, har teir komandi dagarnar skulu luttaka í undan-undankappingini til EM í hondbólti. Tað merkir, at vinnarin av bólkinum kemur víðari til sjálva undankappingina, sum verður í apríl mánaði

 


Tað er sjálvsagt ikki bara at siga tað, tá farið verður í slíka kapping. Nógv og miðvís venjing hevur sjálvsagt verið partur av fyrireikingunum.


Sunnukvøldið, tá seinasta venjingin undan fráferðini hevði verið, fingu vit orðið á Ára Rouch úr Neistanum, sum er ein teirra, ið fer avstað við landsliðnum.

Vit spurdu fyrst og fremst Ára, hvussu teir høvdu fyrireikað seg til komandi uppgávurnar.

- Vit hava vant saman eina ferð um mánaðin í allan vetur, tó at tað kanska ikki altíð hevur gingið so væl at savnað allar leikararnar. Í januar mánaða hava vit so vant saman hvørt vikuskiftið, har tað í flestuførum hevur verið talan um meira enn eina venjing.

- Venjingardystir hava sjálvsagt eisini verið á skránni. Vit hava roynt okkum í dysti móti ymsum fyrstudeildarliðum í landinum, men úrslitini í hesum hava kanska ikki veirð so góð. Hinvegin hava hesir dystir eisini verið merktir av, at talan hevur verið um venjingardystir, har vit eisini hava eksperimenterað eitt sindur.

Spurdur, um teir nú eru so væl fyri, sum teir yvirhøvur kunnu vera, svarar Ári, at tað man vera á eini leið.

- Venjingarstøðan er í øllum førum sera góð. Kanska kundu vit verið eitt sindur betri samanspældir, men soleiðis vil tað helst altíð verða, svarar Ári.


Júst tað, at liðið ikki er samanspælt, er ein lutur, sum bert kann røkkast á ein hátt. Dystir skulu til, men føroyska liðið fær ikki fleiri av hesum, áðrenn farið verður avstað.

Liðið fer so at siga beina leið til Eysturríkis, og er sostatt eingin venjingarlega ella líknandi á skránni.

Mótstøðuliðini í kappingini eru ivaleysa sterk, sæð við føroyskum eygum, men hinvegin er talan um eina sonevnda undan-undankapping ella prekvalifikatión, og her eru vanliga tey lið, sum liggja niðast á altjóða styrkislistanum. Ofta snýtur hesin tó eitt sindur, tí nógvu nýggju eystanlondini hava enn ikki verið so leingi á listanum, og hava tí ofta eina lægri styrkismeting, enn tað, sum tey vísa á vøllinum. Litaviska liðið, sum fyri stuttum spældi móti okkara A-landsliðið er helst eitt gott dømi um eitt slíkt fyribrigdi.

Tað er tó við góðum vónum, at leikararnir fara til Eysturríki. Mótstøðulini eru umframt vertstjóðina, Belgia og Bosnia-Hersegovina, og Ári tóktist ikki serliga dapurt skygdur, tá vit spurdu hann um vónirnar udnan dystunum.

- Vit hava ikki endiliga sett okkum nøkur mál áðrenn fráferðina. Belgia er ikki ein av sterkastu hondbóltstjóðunum, og áður hava teir vunnið á føroyskum U-landsliðum við eini fimm málum, so teir skuldu helst verið til at tosað við.

- Eysturríki og Bosnia kenni eg einki til, men ivaleyst er talan um sterk lond. Bodnia er uttan iva eitt produkt av eystureuropeiska hondbóltsskúlanum, sum vanliga borgar fyri góðsku, men annars kenni eg einki til liðini.


Seinastu tíðina hevur nógv verið skrivað um, hvussu stóran týdning tað hevur fyri menningina av hondbóltinum, at vit nú aftur hava eitt A-landslið.

Landsliðsarbeiðið er tó eisini annað enn A-landslið, og seinnu árini hevur HSF eisini framt eitt miðvíst arbeiði við ungdómslandsliðunum. Spurdur, hvønn týdning hetta hevur havt fyri ungu leikararnar, svarar Ári, at hetta sjálvandi hevur nógv at siga hjá teimum.

- Tað hevur nógv at siga. Mann ger meira við venjingina, og hetta skuldi gjarna hækkað um støðið. Ein gularót er tað so í øllum førum hjá leikarunum, hóast tað kanska enn er eitt stórt lop upp til A-landsliðið.

Sjálvur varð Ári álvarsliga skaddur fyri hálvum øðrum ári síðani. Spurdur um møguleikin við landsliðnum eisini var nakað, sum hjálpti til í royndunum at koma aftur á hondbóltsvøllin, svarar hann, at tað var tað avgjørt.

- Tað hevur so heilt víst verið við til at økt motivatiónina. Tað gevur nakað meira at síggja fram til, so í so máta hjálpir tað so avgjørt, sigur Ári Rouch at enda.

Fjúrtan leikarar eru við í hópinum, sum mikumorgunin fer av landinum. Venjarar hjá liðnum eru Jacob Jónsson og Lars Winther. Harumframt eruu Jákup Durhuus, liðleiðari, og Durita Rouch, fysioterapeutur, eisini við á ferðini. Hendan seinasta nevnda er annars sysitr Ára.



Føroyski hópurin

Lars Larsen Black, Kyndil

Janus Trúgvason, StÍF

Kristian Peturson, StÍF

Leivur Justinussen, StÍF

Ári Rouch, Neistin

Rani Slættanes, Neistin

Róar Nielsen, Kyndil

Ragnar Zachariassen, Neistin

Janus Einar Sørensen, Kyndil

Høgni Klein, Kyndil

Ørvur Heimbø, Neistin

Áki Mørk, Neistin

Sveinur Justinussen, StÍF

Heini Bentsen, Kyndil

Jakob Jónsson, venjari

Lars Winter, venjari

Jákup Durhuus, liðleiðari

Durita Rouch, fysioterapeut