fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 10.01.2017 (17:00)

Frí rúsdrekkasøla fer at avmarka úrvalið

 Fáa vit eina fríarúsdrekkasølu í Føroyum, fer úrvalið av øli, víni og rúsdrekkasølu, at minka.

Tað heldur Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Í gjárkvøldið skipaði ungdómsfelagið hjá Miðflokkinum fyri fundi um rúsdrekkapolitikkin., har umboð fyri Framsókn, Miðflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin vóru við, og har fyrireikararnir upplýstu, at hinir flokkarnir høvdu givið avboð.

 

Seinastu tíðina hava røddir støðugt verið frammi um at vit skulu hava fría rúsdrekkasølu í Føroyum. Men í tí sambandi hevur ein spurningur verið, hvussu tað fer at ávirka úrvalið av rúsdrekka.

 

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin er sannførdur um, at verður talan um fría rúsdrekkasølu, verður avleiðingin, at úrvalið fer at minka.

 

Hann sigur, at fáa vit fría rúsdrekkasølu, fara vit at fáa nógvar handlar, sum selja rúsdrekka. Men tað fer so aftur at merkja, at sølan hjá tí einastaka handlinum fer at verða avmarkað.

 

– Ein handil kann ikki liggja inni við eini stórari og fjølbroyttari goymslu av rúsdrekka og tí er tað eitt mistak at halda tað, at tað fer at veksa um úrvalið, at vit fáa fría rúsdrekkasøla, sigur hann.

 

– Hinvegin kann tað væl vera, at teir ymsu handlarnir fara at hava eitt ymiskt úrval, leggur hann afturat.

 

Ruth Vang er ikki heilt samd. Hon er samd í, at tann einstaki handilin fer ikki liggja inni við eini stórari goymslu av víni.

 

Men hinvegin heldur hon, at veksandi áhugin fyri matgerðarlist fer at vera grundarlag fyri at vit fáa ein serhandil við víni, har tey, sum hava serligan áhuga fyri víni, kunnu fáa tað víni, tey vilja hava.

 

Men kann tann serhandilin ikki vera Rúsan? varð hon spurd.

 

– Jú, tað kann tað. Men eg eri sannførd um, at úrslitið av, at vit fáa fleiri handlar, sum selja vín, verður tað, at vit eisini fara at fáa eitt størri úrval, heldur Ruth Vang.

 

Tá ið tosað verður um, at vit skulu hava fría rúsdrekkasølu, verður aloftast ført fram, at tað er bara øl og vín, handlarnir skulu sleppa at selja, men Rúsan skal framvegis selja brennivín.

 

– Men hvussu fer tað at ávirka støðuna hjá Rúsuni, missur hon ølið og vínið, og bara skal hava brennivíni eftir?

 

Tað er nevniliga eitt krav, at Rúsan skal hava eitt ávíst avlop til landskassan, sum er eitt slag av eykaskatti og sum síðani verður brúkt til ymiskt endamál.

 

Men missur Rúsan søluna av øli og víni, missur hon nógvar inntøkur, og tað merkir, at fígging skal finnast aðrastaðni frá.

 

Spurningurin er so, hvussu Rúsan skal fíggjast, sleppa handlar at selja øl og vín og um landskassin skal lata Rúsuni studning, so at handlar kunnu sleppa at selja øl og vín.

 

 

Les eisini: Ongin frí rúsdrekkasøla undir hesi samgonguni

 

 

Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn sigur, at skulu vit hava fría rúsdrekkasølu, verður eisini neyðugt at endurskoða skipanina, alla sum hon er.

 

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, ivast ikki í, at skulu handlar selja øl og vín, verður neyðugt at endurskoða avgjaldsskipanina og at landskassin ikki fer at minka inntøkur.