Leita á in.fo

Danjal av Rana 18.05.2018 (10:21)

Fríðka um tyrvingarplássið í Oyndarfirði

Nú størsti parturin av tyrvingarplássinum hjá IRF í Oyndarfirði verður niðurlagdur, verður farið undir at fríðka um økið.

 

Lendið verður nú slættað út og skervur lagdur á. Síðan kemur ein dúkur á, og út yvir hendan kemur eitt lag av mold. At enda verða grasfræ stroydd út yvir alt økið. Endamálið er at fríðka um lendið, soleiðis at tað aftur gerst ein natúrligur partur av vøkru náttúruni við bygdina.

 

Í løtuni ger IRF avtalu við Runavíkar Kommunu um at halda áfram at nýta eitt lítið øki til at tyrva, inntil nýggja tyrvingarplássið í Kvívík væntandi verður klárt í 2020. Tað er bert øska frá Brennistøðini hjá IRF, sum verður tyrvd í Oyndarfirði, og fer annað tyrvingarburturkast suður til tyrvingarplássið í Trøllavík.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her