Leita á in.fo

Danjal av Rana 05.12.2018 (13:14)

Fríkendur fyri at blaka óynsktan gest út

Ein maður í 40’unum mátti í møta í Føroya rætti í morgun, ákærdur fyri harðskap móti eini kvinnu. Sambært ákæruritinum hevði hann fyrst skumpað hana oman gjøgnum ein avsats á eini trappu, fýra trin, áðrenn hann síðani skumpaði hana allan vegin oman gjøgnum trappurnar, ellivu trin afturat.

 

Ákærdi segði, at hann als ikki hevði skumpað kvinnuna. Hann greiddi frá, at hann vaknaði á miðjari nátt, klokkan var farin av fýra, av at sambúgvi hansara skeldaðist við onkran úti í gongini. Tá hoyrir hann eina kvinnu siga við sambúgvan, at hon skuldi sleppa sær heim aftur til Grønlands.

 

Hetta helt hann vera ovboðið og fór tí út í gongina, tók um herðarnar á kvinnuni, sum hevði sagt hetta og førdi hana út á trappuna. Hetta var ein kvinna, sum var komin heim við soni hansara hesa náttina.

 

Hóast ákærin tráspurdi mannin, so helt hann fast við, at hann ongantíð hevði skumpað kvinnuna, og at hon ei heldur var dottin oman gjøgnum trappurnar.

 

Kvinnan sjálv greiddi í rættinum frá, at hon mintist lítið frá hesum kvøldinum. Hon og vinmaðurin høvdu drukkið nógv, men hon minnist, at hon skeldaðist við onkran í húsinum, men so einki, fyrr enn hon tosar við løgregluna nakað seinni. Hon sigur, at hon hevði ilt í knænum, í rygginum og í ørmunum, men hon kundi ikki heilt greiða frá hví.

 

Sonur ákærda, sum hevði tikið kvinnuna heim við, hevði heldur ikki sæð pápan skumpað hana. Hann segði kortini, at ein løta var, har hann ikki sá tey bæði. Tá hann seinni fór oman gjøgnum trappurnar til kvinnuna, lá hon niðast í trappunum, og hann helt, at hon var deyð. Helst var hon svímað. Hann ringdi tí eftir løgregluni um hjálp.

 

Løgreglan kom á staðið og tosaði við fólkini í húsinum. Líkt er til, at tað er frágreiðingin frá løgreglumanninum, sum hevur ført til, at ákæruvaldið hevur reist ákæru í málinum, tí tá brúktu bæði pápi og sonur orðið “skumpaði.” Spurdir um hetta í rættinum, meintu báðir, at talan mundi vera um eina misskiljing ella at teir beint eftir støðuna høvdu verið óneyvir í sínum orðingum.

 

Maðurin var upprunaliga ákærdur fyri grovan harðskap, men hesi ákæruni valdi ákærin at sleppa. Hon helt tó fast við ákæruna um harðskap. Verjin skilti hvørki, at ákæra yvirhøvur var reist í málinum, ella at ákærin ikki valdi at sleppa ákæruni, tá hon nú hevði hoyrt vitnini í rættinum.

 

Verjin vísti á, at her vóru óboðin fólk komin á gátt hjá ákærda á miðjari nátt og hann mátti hava rætt til at blaka tey á dyr, um honum so líkti. Hann vísti eisini á, at eingin av teimum, sum vórðu hoyrd í rættinum, mintist nakað til at kvinnan var blivin skumpað, ei heldur hevði nakar sæð hana detta. Tað var minst líka sannlíkt, at hon, drukkin sum hon var, hevði verið áhaldsin í trappuni, helt verjin.

 

Dómarin gjørdi stutt av, og brúkti onga umhugsanartíð upp á at siga dómin. Maðurin bleiv fríkendur. Grundgevingin var líka stutt. Hon hevði eingi prógv hoyrt ella sæð fyri, at maðurin skuldi havt skumpað kvinnuna.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her