Leita á in.fo

Danjal av Rana 24.01.2018 (19:44)

Frits fekk heiðursgávuna

Frits Johannesen hevur í dag fingið heiðursgávu landsins frá Føroya Landsstýri.

 

Fuglfirðingurin Frits Johannesen er kanska best kendur innan kórtónleikin, sum leiðari av Fuglafjarðar Gentukóri til 2001.

 

Hann hevur tó eisini fingist við at mála og gera aðra myndlist. Hann hevur listprýtt Mentanarhúsið í Fuglafirði, Studentaskúlan í Kambsdali, gjørt ein træskurð í Sildaverksmiðjuni og í Hvalvíkar skúla og málaði skjøldurin á gamla Fuglafjarðar skúla, sum bleiv rivin í fjør.

 

- Av og á síggja vit, at eitt stað verður serliga gávað, tí ein ella fleiri av teimum, sum har búgva, eru serliga gávað og ríka umhvørvi sítt. Frits Johannesen er ein teirra. Nakað soleiðis segði Rigmor Dam, tá hon handaði Frits Johannesen heiðursgávuna, sum hon kallaði ein fjøllistamann.

 

- Eg eri eymur og glaður um hesa gávu, sum eg havi fingið, segði hann.

 

Hann er føddur í 1944 og hevur arbeitt sum fólkaskúlalærari í mong ár. Hann sýnda fyrsta verk sítt fram á Varmakelduframsýningini í 1969 og hevur síðani verið fastur gestur á hesi framsýningini. Í 1970 var hann fyrstu ferð við á Ólavsøkuframsýningini.

 

Hann hevur havt framsýningar bæði í Noregi og Danmark og hevur eisini myndprýtt fleiri bøkur. Hann hevur eisini skrivað seks sangleikir, sum eru framførdir í Fuglafjarðar skúla.

 

Heiðursgáva Landsins er 75.000 krónur.

 

Áður hava Steinprent (2016), Jákup Pauli Gregoriussen (2015), Tey av Kamarinum (2014), Árni Dahl (2013), Marianne Clausen (2012), Kristian Blak (2011), Jonhard Mikkelsen (2010), Laura Joensen (2009), Martin Tórgarð (2008), Jógvan Isaksen (2006), Emil Juul Thomsen (2005), Ólavur Hátún (2003), Axel Tórgarð (2002) og Fuglafjarðar Sjónleikarafelag (2001) fingið heiðursgávuna.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her