fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 14.8m/s

Leita á in.fo

Kvinnubólkur fyri fríari fosturtøku 06.09.2017 (14:02)

Frítt val – fyri fríari abort

Kjakið um abort hevur enn eina ferð stungið seg upp seinastu vikurnar, og tað hevur nú veruliga tikið dik á seg. Serliga eru tað politikarar og umboð fyri læknafrøðina, sum hava givið sínar hugsanir til kennar - harav fleiri teirra hava talað fyri at fáa eina greiðari og fríari lóggávu á økinum. Men vit hava eisini hoyrt frá bólkum og persónum, ið stuðla ella enntá ynskja at herða verandi lóggávu, og hesar røddir hava verið serliga sjónligar í kjakinum. Ætlanin við hesum skrivi er at geva føroyingum, ið stuðla fríari abort, orðið. Vit, sum her taka orðið, eru ein breiður skari av kvinnum við ymiskum bakgrundum og ymiskum politiskum og átrúnaðarligum áskoðanum. Men felagsmál okkara er eitt ynski um at fáa fría abort í Føroyum og ein vilji at arbeiða fyri hesum máli. 

 

 

Rætturin til egnan kropp

Vit ynskja at stuðla gongdini fram ímóti einum samfelagi, har kvinnur ráða yvir egnum kroppi, og har hvør einstøk kvinna hevur einarætt til at taka avgerðir um mál, ið beinleiðis ávirka likam og lív hennara. Vit viðurkenna, at ongin kvinna ynskir at koma í ta óhepnu støðu at ynskja abort, men at í førum, har ein slík støða kemur fyri, eigur tað at vera kvinnan sjálv - uttan trýst frá lækna, trúarleiðara ella øðrum - ið skal taka hesa avgerð. Hetta sjónarmið tekur støði í einum grundleggjandi áliti á, at kvinnan sjálv er tann, ið best skilir og kennir sína egnu støðu, og at hon tí er tann, ið er best før fyri at taka hesa avgerð. Við hesum sjónarmiði viðurkenna vit eisini, at umstøðurnar kring eina og hvørja viðgongu eru djúpt persónligar, og at orsøkirnar til, at ein kvinna kann ynskja sær abort, kunnu vera eins ymiskar og margfaldar sum kvinnurnar, ið ynskja abort. 

 

 

Rætturin til trygga læknaviðgerð

Av tí at abort ikki er eitt lógartryggjað val við greiðum mannagongdum og leiðreglum, hava kvinnur í Føroyum ikki javnsettan rætt til trygga læknaviðgerð. Vit tala sterkt ímóti, at serligar umstøður ella ein eyðmýkjandi góðkenningsrunda, ið er tongd at persónligu meiningunum hjá ymiskum læknum, skal vera ein fyritreyt fyri at kunna fremja eina abort. Vit góðtaka heldur ikki á nakran hátt, at møguleikin fyri at fremja abort skal vera tongdur at, um maður kvinnuna gevur loyvi, ella um løgreglan metir, at ein neyðtøka er farin fram. Tvørturímóti skal avgerðin um abort tryggjast øllum kvinnum - uttan mun til umstøður ella orsøk og uttan mun til, um tær hava ráð at fara uttanlands, ella um tær hava serliga vitan um, hvønn lækna í Føroyum ein skal venda sær til. Tað kann ikki vera rætt, at tær kvinnur, sum ikki hava orkuna, fíggjarligu korini ella neyðugu vitanina, standa eftir og verða frátiknar rættin at taka hesa avgerð. Hetta boðar frá einum heilsuverki, sum ger mismun á kvinnum í Føroyum. Fyri at javnseta allar kvinnur, tá tað kemur til ynskið um at fullføra eina viðgongu ella ikki, er neyðugt at gera avgerðina um abort fría og lógliga.

 

 

Ein veruleiki, vit ikki kunnu skúgva til viks

Hvørt okkara politiska skipan góðtekur tað ella ikki, er sannleikin tann, at abortir koma fyri; viðgongur verða steðgaðar, vórðu tað fyrr og fara at vera tað um alla tíð. Spontant og provokerað. Lógliga og ólógliga.

Hetta er ein veruleiki, sum vit ikki kunnu skúgva til viks. Sum samfelag hava vit ábyrgd av at tryggja greiðar mannagongdir og lógarkarmar um hendan veruleika. Í staðin fyri, at hendan avgerð er tongd at privatu áskoðanunum hjá einstøkum læknum, politikarum ella trúarbólkum, eigur politiska

skipan okkara at viðurkenna og tryggja øllum kvinnum kunning um og rætt til abort, so at hvør kvinna hevur eitt greitt og virðiligt grundarlag til sjálv at taka ræði og ábyrgd fyri egnum kroppi og egnari framtíð.

 

 

Kjakið heldur fram

Frítt val fer frameftir at koma við fleiri skrivum, skipa fyri tiltøkum og stríðast fyri at føroyskar kvinnur fáa fullan rætt yvir egnum kroppi.

Øllum sum taka undir við fríari abort og eru áhugað í kjakinum um hetta málið, vilja vit bjóða at dáma facebooksíðuna ”Frítt val – fyri fríari abort”. 

Øll eru vælkomin at koma við íkastum og at skriva til hesa síðuna, um ein ynskir at gerast partur av virkseminum.

 

 

Og tær kvinnurnar, sum hava skrivað undir hesa fráboðanina, eru:

Hervør Pálsdóttir, Gunnhild Persson, Maria Lyager, Billa Jenný Jónleifsdóttir, Ingilín D. Strøm, Turið Maria Jóhansdóttir, Karina Jákupsdóttir, Maibritt Marjunardóttir, Bjørt Lind

Jóhanna Jørgensen, Turið Gaard Hansen, Maud Magnussen, Óluva Nattestad, Kirstin Helgadóttir, Barbara Gaardlykke Apol, Eir Pálsdóttir, Kolbrún í Haraldsstovu, Fríða Hansen

Jónleyg Djurhuus, Annika Lamhauge Mortensen, Karin Reginsdóttir Joensen, Katrin Fríða Jógvansdóttir, Alda Mohr Eyðunardóttir, Hildur Egilsdóttir, Guðrun í Jákupsstovu, Barbara Lætitia Méresse, Elisabeth S. Olsen, Hjørdis Heindriksdóttir, Johanna Roos Slættanes, Maria Lindenskov, Anna Nolsøe Joensen, Jórunn Reginsdóttir, Helena Viberg Olsen, Randi Holm,

Henrietta Haraldsen Rannvá Danielsen, Yiny Lindudóttir Zhang, Henny Müller Dahl, Birita Skov Christensen, Elsa Berg, Jana Jacobsen, Kristina Skaalum Gunnarstein, Ann Krista í Dali, Ann F. Jacobsen, Annika á Lofti, Marna Jacobsen, Ingun Hentze, Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, Sigrun Mohr Jónsdóttir, Birgit Eliasen, Katrin V.S. Mortensen Maria Kristina Smith, Teresa Jákupsdóttir, Katrin Sigurpálsdóttir Kamban, Hjørdis Kiara Zacharissen, Richa Beinta Richardsdóttir, Tove Askham, Oda Kjartansdóttir Strøm, Anný  Djurhuus Øssursdóttir, Birna Gaard, Tina K. Jakobsen, Rakul Sondum, Elisa Vang, Jenný Augustudóttir, Kragesteen, Laura Kathrine Apol, Súsan Hvidbro, Ingibjørg Heindriksdóttir, Barbara Eysturoy, Anna Maria Persson, Sára Maria Dalsgarð, Simona Kárvør Gaini, Jóna Skoubo Mikkjalsdóttir, Vár Samuelsen, Linda Mortansdóttir, Maria Gulbrandsø Tórgarð, Katrin Dalsgaard Nolsøe, Ragna Ámundardóttir í Geil, Sára Sondum, Turið Hermannsdóttir, Elin Jóannesardóttir Rasmussen, Bjørt Dánialsdóttir, Ása Hammershaimb Christiansen, Margit Durhuus, Lisa í Dali, Sóley Danielsen, Gyða Barbara Jacobæus, Bjørk Sigurdsdóttir, Unn Augustudóttir Krákustein, Siri í Ólavsstovu Davidsen, Úlvhild Teitsdóttir, Ása Østerø, Eyður Pálsdóttir, Rakul Maria Hjalmarsdóttir Tórgarð, Bryndis Hjartardóttir, Erla Marita Askham, Solveig á Torvlaðnum, Silja Davidsen, Óluva Nolsøe Joensen, Sunneva Háberg Eysturstein, Bergtóra Hanusardóttir, Marjun J. Hentze, Bjørk Maria Kunoy, Elisabet Maria Pálsdóttir, Svanna Højgaard Joensen, Ingigerð Tórmóðsdóttir Jønsson, Konni Kass

Súsanna Laursen, Lisa í Garði Patursson, Trina Gaard, Beinta Beinisdóttir, Katrina Clementsen Jóna Thomsen, Marta Káradóttir, Annika Klæmintsdóttir Olsen, Christa Reynheim, Ingibjørg Wentzelsdóttir Kamband, Anni Djurhuus, Diana Gilstón, Gurið Durhuus, Ingvør Nolsøe, Gunn Weihe Reinert, Malan Óladóttir á Dunga, Mia Haldursdóttir Smith, Sunniva Holm Poulsen, Elin Tóra Turiðardóttir Guldmann, Karin Kjølbro, Bjørt P. Nónklett, Natasha Barbara Olsen, Elin Brimnes, Brynhild Djurhuus Carlsson, Karen Kristianna Hildardóttir Gram, Beinta á Steig, Elin Sofía á Tjaldrafløtti, Rannvá Pállson Joensen, Karin Brix, Sidsel Jensdatter, Anita Hansen, Bjørt Katrinardóttir Kragesteen, Marita Milo, Sóldís Petersen, Randi Olsen, Tanja Nielsen, Gunn Poulsen, Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Brynja Flóvinsdóttir Mouritsen, Maria Marjunardóttir Dahl, Durita Dahl Andreassen, Anna Louisa Jacobsen, Kristianna Dahl Øster, Gunnvá Zachariassen, Annika Bolton Mortensen, Marita Svartá, Julia Rutt Petersen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Laufey Brynhildardóttir, Anja Vidtfeldt Kvilt, Fía Lindenskov, Eivør Pálsdóttir, Elin Lindenskov. Karin Leyvudóttir, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Harriet Høgnesen, Sólvør Eldevig, Thora Augustinussen, Helena Sofía í Byrgi, Selma Dahl Erol, Elly K. Andersen, Rebekka Dahl Thomsen, Fríða Dahl-Olsen, Sanna Andrassardóttir Dahl, Gunnhild Dahl Niclassen, Ása Wraae Olsen, Marita S. Dalsgarð, Tonnie Strøm, Annika Lisberg, Jenny Poulsen, Maria Hansen, Ebba Mortensen, Kristina Gry Berg, Vónbjørt Vang, Elsa Súsanna Dalsgard, Ria Tórgarðm, Sissal Ólafsdóttir og Malan Egholm.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her