Fróði sigur hey

Fróði Hansen hevur útgivið fyrsta staklagið til sína komandi útgávu - Hola


Fróði Hansen hevur júst latið frá sær fyrsta staklagið til sína komandi útgávu, Hola, sum kemur út í mai. Lagið er at finna á youtube, og er tað listamaðurin Bárður Dal Christiansen, ið hevur gjørt sjónbandið til lagið. Bárður stendur eisini fyri at gera plátuhúsan til komandi útgávuna.

 

- Í mai í ár lati eg frá mær mína fyrstu útgávu við føroyskum teksti. Útgávan kallast Hola, og á henni eru átta løg. Løgini eru øll vorðin til á tangentum í Havn og Skopun. Mattias Kapnas og eg hava framleitt og lagt til rættis í Sandavági, og síðani hava vit við manning í fleiri umførum í 2018 verið í Studio Bloch og upptikið tónleikin í tøttum samstarvi við Theodor Kapnas, sigur Fróði Hansen

 

Hola kemur út á talgildum miðlum tíðliga í mai, og einans 200 vinyl plátur verða gjørdar. Hvør útgáva far eitt tal, og er tað listamaðurin Bardur Dal Christiansen, ið við serstakum linoleumskurði stendur fyri at gera plátuhúsan.

 

- Í seinnu helvt av mai fara eg og bólkur mín, Mattias Kapnas, Bartal Augustinussen og Per I. Højgaard Petersen, á tónleikaferð kring landið, og tá framføra vit alla útgávuna, og eisini onkur eldri løg, sigur Fróði Hansen

 

Tú kanst hoyra fyrsta lagið á nýggju fløguni við at trýsta á pílin á myndini.