Leita á in.fo

Hjálparvenjarin hjá B36, Fróði Clementsen heldur, at B36 fekk tað frægasta lutakastið, sum var møguligt

Heri Simonsen 20.06.2017 (03:30)

Fróði: Tað frægasta lutakastið vit kunnu fáa

B36 skal spæla móti Nomme Kalju FC úr Estlandi í Europa League undankappingini. Fyrri dysturin er í Estlandi og seinni í Gundadali. Alt í alt má sigast, at B36 slapp best frá lutakastinum til Europa Leauge í ár. Estiska liðið var eitt av veikaru liðunum, sum B36 kundi fáa og kanska er tað ein fyrimunur at spæla seinna dystin á heimavølli.

 

Hjálparvenjarin hjá B36, Fróði Clementsen heldur, at talan var avgjørt um tað frægasta lutakastið, sum B36 kundi fáa. Fróði Clementsen kennir einki til estiska mótstøðuliðið, men vónar at hava ein 30-40 prosents møguleika fyri, at B36 kann vinna seg víðari.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna André Olsen gjørdi við Fróða Clementsen í serligu Champions League/Europa League sendingini, sum var á Rás2 fyrr í dag.