Frost alla vikuna

Køld og óstøðug luft við vetrarælum liggur framvegis yvir einum stórum øki av norðuratlantshavinum millum Ísland, Skotland og Norðhavið.

 

Í dag

Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig. Í nátt lutvíst klárt, eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, og hitin niður í 6 kuldastig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og sólglottar og ælaveður, lutvíst við kava ella vátaslettingi. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum lækkar í ein eystan og landsynning og um náttina øtlar í stívt andøvsgul, 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl, í støðum við kava ella vátaslettingi. Hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig, um náttina niður í 6 kuldastig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum um kvøldið hækkar í ein landnyrðing. Skýggjað og regn ella vátaslettingur. Hitin millum 2 og 6 hitastig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað, men í støðum sólglottar og okkurt vátaslettings- ella regnæl. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum seinni øtlar upp í skrið, 13 til 18 m/s, av landsynningi. Skýggjað og yvirhøvur turt, seinni skýggjað og regn ella vátaslettingur. Hitin um 3 hitastig.