Frumsýna Barbaru umaftur hósdagin

Hósdagin verður filmurin »Barbara« frumsýndur umaftur í Havnar Bio. Talan er sjálvandi ikki um eina frumsýning, men hetta er fyri at hátíðarhalda, at 20 ár eru síðani filmurin varð frumsýndur

 

Hósdagin verður filmurin »Barbara«, sum Nils Malmros leikstjórnaði, frumsýndur umaftur í Havnar Bio. Talan er sjálvandi ikki um eina frumsýning, men hetta er fyri at hátíðarhalda, at júst hendan dagin fyri 20 árum síðani, 28. september í 1997, varð tá dýrasti filmurin í Danmark nakrantíð, frumsýndur í Havnar Bio.

 

Fleiri av høvuðsfólkunum handa filmsverkætlanina koma til Føroya í sambandi við sýningina.

 

– Vit koma fleiri til Føroya, eitt nú Lars Simonsen, sum spældi Harra Pál og Peter Reichhardt, sum spældi Andreas, greiðir Nils Malmros frá.

 

Ætlanin var eisini, at høvuðsleikarin, Anneke von der Lippe, sum spældi Barbara, skuldi koma, men tað brast henni tíverri frá, sigur Nils Malmros.

 

– Hon skuldi uttanlands til filmsupptøku akkurát hasar dagarnar, so hon kann tíverri ikki koma við, sigur Nils Malmros.

 

Sýningin av Barbaru í Havnar Bio hósdagin er ikki almenn, tí fyrireikararnir hava boðið øllum teimum 377 leikarunum og statistunum við.

 

– Tað er heldur ikki pláss fyri øllum teimum har, men fólk hava fingið møguleika at tekna seg, sigur Nils Malmros.

 

Um helmingurin av statistunum vóru til upptøkurnar í Danmark, so tey eru valla í Føroyum.

 

– Eg gleði meg mest til at hitta øll hesi fólkini aftur, sum eg hevði so nógv við at gera tá, sigur Nils Malmros, og tað høvið fær hann til samkomu, sum verður í Norðurlandahúsinum.