Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 29.04.2018 (06:36)

Frúutrøð – Býarbygging og loysn av parkering í miðbýnum

Lesarabræv: – Yvir landslagið í Suðurstreymi fer í dag fram býarbygging, sum inniheldur alt tað, sum ein býur - ein høvuðsstaður skal rúma, skrivar Albert Isfeld, arkitektur.

 

Tá tosað verður um bygging í Havn er ikki talan um at seta býling á eini fjallasíðu, men um at gera býarbygging við øllum teim fordeilum og vansum hetta ber í sær, tá hugsað verður um øll tey krøv, ein høvuðsstaður skal lúka.

 

Suðurstreym - frá náttúrligum landslagi til býarlandslag.

Tað ber til at siga, at landslagið her er við nógvum heyggjum og smáum dølum, sum er nakað heilt serligt í Føroyum, og setur serlig krøv til planlegging og arkitektoniskan sóma, altso til landslagið millum fjals og fjøru, so vit her kunnu skapa ein vakran bý, eitt vakurt býarlandslag.

 

Til ber at siga, at soleiðis hevur altíð verið – vit síggja Tinganes, Vágsbotn og Undir Ryggi sum fyrstu býarbyggingina, sum síðani seinni fer um báðar vágirnar – Eystaruvág og Vestaruvág og nú eisini yvir Álaker, Sandagerði og seinast yvir Argir, Hoyvík, Hvítanes og langt inn í Havnardal, Kirkjubøreyn og Hoyvíkshaga. Alt hetta setur stór krøv til at skapa býarlandslag við góðum umhvørvi og arkitektoniskari dygd.

 

Frúutrøð – Jónas Broncksgøta

Hetta forfjónaða økið og Jónas Broncksgøta í Eysturbýnum og byggingin kring hana, ber brá av onkrum í Havn, sum er gloymt, hóast gøtan er ein høvuðsstrongur frá havnarøkinum og niðan í býin.

 

Nú er lív komið í tjakið um alla Frúutrønna, men tíverri verður í kritikkinum mest tosað um parkering og kloakk.

 

Sjálvandi skulu parkeringsviðurskiftini vera í lagi, eins og øll onnur viðurskifti, sum hoyra til alt vanligt býarlív og býarfunktiónir.

 

Býráðið hevur meldað út við at loyva bygging á økinum eystan fyri Jónas Broncksgøtu til tætta íbúðarbygging, og at talan kann verða um at byggja íbúarhús í trimum hæddum við tilhoyrandi parkering.

 

Tá vit nú eru so gott í gongd við at tosa um býarbygging, eigur hetta at verða tikið við, tí her er talan um at útbyggja miðbýin við øllum teim bindingum og kompleksiteti sum fylgir við.

 

Strukturerað bygging

Tann ætlaða byggingin eigur at verða framd í 3-4 hæddum við blandaðari bygging nakað soleiðis:

 

1. hædd við handlum, matstovum v.m.

 

2. hædd blandað íbúðir og frí vinna (Skrivstovur innan ymiskar vinnur).

 

3. hædd íbúðir

 

4. hædd íbúðir í eini loftshædd sum kann verða við hallandi lofti.

 

Fjórða hæddin kann verða definerað sum 1⁄2 hædd.

 

Byggingin eigur at verða sett kloss í gongubreytina, so eitt veruligt býarrúm fæst við góðum sambandi millum úti og inni.

 

Sum annað stig, einaferð í framtíðini eigur sama bygging at verða bygd á vestursíðuni, við at taka eigarnar við í ætlanina, soleiðis kann fáast ein prýðulig gøta full av innihaldi, sum vil styrkja miðbýin munandi.

 

Sniðið á byggingini eigur at verða avbjóðandi bæði út móti gøtuni og aftantil við karnappum og altanum.

 

Tilfar og fríðkan skal verða týðandi partur av ætlanini og skal føroyskt tilfar síggjast aftur í byggingini. Hetta kann gerast við flagtekju og veggjum, partvíst klæddum við gróti og skifir ella timbri. Nærumráðið kring bygningarnar verður lagt við føroyskum brotflísum og koyrivegir og parkering við asfalt.

 

Har mett verður rætt at verða, skal verða møguligt at innkorporera (samanbyggja) verandi bygging við komandi.

 

Bygging av blívandi virði eigur ikki at verða niðurrivin (meting av hesum at gera av kønum fólki).

 

Afturat hesum eigur at verða plantað trø og runnar hóskandi til byggingina og gøtuna. Eisini eigur atlit at verða tikið til verandi planting, hendan kann tó verða flutt samsvarandi nýggju byggingina.

 

Parkering í økinum og í miðbýnum sum heild

Baktil í økinum er brattlendi, har til ber at gera parkeringspláss í tveimum hæddum.

 

Til ber eisini at seta hol á her til bergholsparkering undir jørð. Bergholsparkering er væl bíligari enn at byggja parkeringshús. Bergholsparkering er parkering undir jørð á asfalti, men uttan stórvegis bygningskonstruktión.

 

Og so sleppur man frá at síggja hesar tómu lívleysu bygningarnar uttan sál millum onnur hús.

 

Hesin parkeringsháttur er ikki plásskrevjandi og loyvir á mest møguligan hátt varðveitslu av verandi húsum.

 

Bergholsparkering undir jørð á Frúutrøð kann rúma um 120 bilum fyribils ella eftir tørvi.

 

Onnur bergholsparkering kann gerast á hesum økjum í miðbýnum

 

Til tess at loysa parkeringstørvin í her:

 

  1. Við grótbrotið á Eystaru bryggju umleið 250 bilar fyribils ella eftir tørvi.

 

  1. Við grótbrotið á Skálatrøð umleið 180 bilar fyribils ella eftir tørvi.

 

  1. Við grótbrotið á Vestara kajøki 250 bilar fyribils ella eftir tørvi.

 

Býarkjarnin í nógvum býum verður skánaður við at koyra parkeringina undir jørð eins og her víst.

 

Sí eisini hjálagda tvørskurð í Frúðutrø og flatmynd yvir parkering í miðbýnum.

 

Okkurt hissini av lættara slagnum:

Navnið Frúutrøð kemur av, at kona Løbner, Anna Sofíða Kjelnes hjá bøkjaranum, átti jørðina – hon var jú fín frúa, gift við Løbner, hægsta manni Føroya – harav navnið Frúutrøð.

 

Albert Isfeld

 

Sí tekningar niðanfyri

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her