fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 13°C

Vindur 12.5m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 19.05.2017 (06:50)

Full semja um at lógin er yvirtikin

Danskir og føroyskir myndugleikar eru fullsamdir um, at § 14, stk 2 í hjúnabandslógini er yvirtikin sum føroyskt sermál.

 

Og tá løgmaður og forsætismálaráðharrin eru samdir um tað, so er avgerðin tikin og kann ikki broytast.


Tað hevur verið mikið rok um § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini í kjalarvørrinum av avgerðini hjá Løgtinginum at loyva fólki av sama kyni at giftast.

 

Orsøkin er, at tað í fleiri ár hevur verið hildið, at lógargreinin ikki varð yvirtikin. Bæði løgting og landsstýri hava eisini fyrr umrøtt lógargreinina, sum um hon ikki var yvirtikin.

 

Men nú arbeitt hevur verið við málinum at loyva fólki av sama kyni at giftast borgarliga, so var neyðugt at broyta kirkjulógina soleiðis, at hjún av sama kyni ikki skulu kunna signast í Fólkakirkjuni.

 

Í hesum sambandi eru tey komin eftir, bæði í Løgtinginum, í landsstýrinum, í forsætismálaráðnum danska, í danska barna- og almannamálaráðnum og í Kirkjumálaráðnum í Danmark, at hendan lógargreinin varð yvirtikin sum føroyskt málsøki í 2007.

 

Sambært heimastýrislógini, so skal serlig nevnd setast at taka støðu til ósemju av hesum slag. Altso um ósemja er millum danskar og føroyskar myndugleikar, um hvørt eitt nú grein 14, stk 2 í hjúnabandslógini er yvirtikin ella ikki. Hesa grundgeving nýta teir báðir, Magnus Rasmussen og Jógvan Skorheim eisini í síni niðurstøðu.

 

Men trupulleikin hjá teimum báðum er bara tann, at har er eingin ósemja millum føroyskar og danskar myndugleikar. Øll eru samd um, at lógargreinin er yvirtikin. Og tá semja er um tað, so er tað upp til forsætismálaráðið og løgmann at gera av, hvat vendir upp og hvat vendir niður.

 

Tí verður tann avgerðin ikki broytt.