Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 07.11.2018 (08:24)

Fullur maður hótti fólk í handli

Seinnapartin í gjár ringdu tey úr einum handli í Havn til løgregluna at kæra sína neyð um ein mann, sum var komin inn í handilin. Boðini vóru, at maðurin var dýrandi fullur, og at hann var hóttandi í sínum atburði ímóti fólki í handlinum, bæði ímóti viðskiftafólki og starvsfólki.

 

Løgreglan sigur, at tey fóru á staðið og tóku mannin við á støðina. Har varð hann settur at bíða til tað var runnið nakað av honum, og so varð hann leyslatin aftur. Men við sær fekk eina bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.

 

Hetta var ikki einastu ferð í gjár, at løgreglan var í holt við fullar menn, tí í Klaksvík fingu tey eisini eina fráboðan um ein mann, sum var so fullur, at hann kláraði seg ikki sjálvan. Tískil fór løgreglan eftir honum, men hann varð koyrdur til húsar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her