Leita á in.fo

Mynd: Folkakirkjan.fo

Hallur av Rana 18.05.2018 (09:15)

Funningsfjørður: Skúlastova verður nú bønhús

Ein av skúlastovunum í skúlanum Funningsfirði er nú umgjørd, so at hon í framtíðini verður eitt kirkjurúm fyri íbúgvarnar. Tað skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu síni.


Upplýst verður, at fólk í Funningsfirði hava ynskt at fáa eitt veruligt bønhús, men hóast peningur er savnaður saman til tað, so hevur tað ikki eydnast at bygt eitt slíkt. Í staðin er kirkjan nú sloppin inn í lokala skúlan.


- Ein vanlig skúlastova í skúlanum hevur verið brúkt til guðstænastur, men nú eingir næmingar longur ganga í skúlanum, hevur bønhúsnevndin í Funningsfirði gjørt avtalu við Runavíkar býráð um at innrætta eina av skúlastovunum til guðstænastubrúk. Hølini eru nú sett í stand og eru nú eitt veruligt kirkjurúm, við tí innbúgvi, sum tilhoyrir, skrivar Fólkakirkjan.


Eftir ætlan verður kirkjusalurin vígdur 2. hvítusunnudag klokkan 17.00 við Jógvani Fríðriksyni, biskupi og Anne Mette Greve Klemensen, sóknarpresti, og eftir guðstænastuna bjóðar bønhúsið nátturða.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her