fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 14.08.2017 (11:04)

Funnu hassjpípu í bilinum

Ein 20 ára gamal maður fekk í morgun 750 krónur í bót fyri at hava brotið lógina um rúsevni.

 

Eina novemburnátt í fjør bankaði løgreglan upp á bilrútin hjá manninum. Hann og tveir vinmenn høvdu sett bilin við Autoservice í Havn, tá løgreglan varnaðist teir.

 

Samstundis sum løgreglan biðir um at síggja koyrikortið hjá unga manninum, síggja teir eina hassjpípu á baksetrinum.

 

Løgreglan valdi tí at kanna bilin nærri, men funnu ikki onnur rúsevni, einans pípuna og nakrar hassjrestir í henni.

 

Maðurin er áður dømdur fyri at hava trý gramm av hassji á sær og fekk hann tá 750 krónur í bót. Ákærin valdi at biðja dómaran um at geva ákærda 750 krónur í bót afturat, hóast tað vanliga er ein fastur stigi, sum bøtur verða givnar eftir.

 

Ákærin metti, at talan í hesum førinum var um fyrsta brotið hjá manninum á rúsevnislógina, og at dómurin frá januar er fyri eitt nýggjari brot.

 

Dómarin gjørdi sum ákærin segði, og gav manninum eina bót upp á 750 krónur. Hon hevði tó eina seinastu áheitan á unga mannin.

 

- Revsingin verður harðari og harðari fyri hvørja ferð, tú verður tikin. So nú vóni eg ikki at sígga teg aftur, tí hatta ber ongan veg, segði dómarin, tá dómurin var sagdur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her