fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 14.11.2017 (14:00)

Fútin: Nú fara vit víðari við skattamálinum

Nú hevur fútin sent eitt skriv til miðlararnar um, at hann metir nóg mikið av grundarlagið verða fyri at fara víðari í kanningararbeiðnum av skattamálinum hjá Eik. 

Nógv umrødda skattamálið snýr seg um, hvørt Eik Banki royndi at villleiða skattamyndugleikarnar í royndini at fáa ein frádrátt á hálva milliard. 

 

Fútin hevur havt málið til viðgerðar, og í dag hevur hann tikið støðu til, at ein serstøk eind skal kanna málið og sostatt er málið tikið upp til formella kanning hjá politinum. 

 

 

John Kølbæk, fúti skrivar soleiðis í dag: 

 

 

"Politiið í Føroyum hevur avgjørt at byrja kanningararbeiði móti EIK Banka í samstarvið við Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet. Kanningararbeiði skal geva grundarlag fyri at meta, um tað kann reisast eitt revsimál móti bankanum fyri skattaundandrátt..

 

Tað verður sett eitt serligt toymi av løgreglufólkum úr Føroyum og serfrøðingum frá Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet. Toymið skal kanna fráboðanina frá Taks um, at EIK Banki (nú P/f Betri Banki) í 2011/2012 royndi snúgva sær undan skatti fyri milllióna upphædd.

 

Stóri samfelagsligi týðningurin av málinum ger, at alt verður gjørt fyri, at grundarlagið at meta um málið verður so gott sum yvirhøvur gjørligt

 

Taks meldaði EIK Banka til politiið tann 21. september 2017, eftir at Bárður Larsen hevði kannað, hvat fór fram viðvíkjandi sakarviðgerðini av sjálvuppgávuni hjá bankanum fyri árið 2011. Bankin er undir illgrunað fyri at brot á skattalógina § 139 um skattaundandrátt.

 

Málið er bæði faktuelt og løgfrøðisliga sera fløkt. Tí eri eg glaður fyri, at Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet hevur játtað at hjálpa til við kanningararbeiðnum. Tey eru von við at kanna og meta tey allar stórstu og mest fløktu fíggjarligu revsumálini, so tað verður ein stór hjálp í hesum málinum. 

 

Við atliti til kanningararbeiðið kann eg ikki upplýsa nærri um málið og hvussu langa tíð kanningararbeiðið tekur. Eg skal tó undirstrika, at málið hevur eina høga raðfesting sum fylgi av tí samfelgsliga týðningi, málið hevur."


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her