Leita á in.fo

Barbara Holm 12.03.2018 (11:08)

Fútin: Nú skal eg taka støðu til disiplinermál

- Eg skal nú hyggja eftir nøkrum viðurskiftum í samband við disiplinermál, sigur John Kølbæk, fúti í dag.  

 

 

Í dag gjørdist greitt, at eingin revsisak verður reist móti Bjarna Hammer. Hetta er tó einki óvæntað, tí Sosialurin skrivaði tað var sera ósannlíkt, at nøkur slík sak varð reist móti tingmanninum, í blaðnum 26. februar.

 

 

Spurningurin um, hvørt eitt disiplinermál skal reisast móti Bjarna Hammer, er tó framvegis ósvaraður. Fútin sigur við in.fo í dag, at nú spurningurin um revsisak eftir øllum at døma er sleptur, verður farið undir at hyggja eftir disiplinermálið. 

 

 

- Eg skal fyrst hyggja eftir, um tað er grundarlag fyri at byrja eina disiplinersak. Tað havi eg bíða við at kanna, meðan statsadvokaturin hevur havt málið. Síðani skal eg hyggja eftir, hvat praksis er. Tí viðkomandi er í farloyvi frá løgregluni, og spurningurin er, um praksis er fyri at byrja eitt disiplinermál, meðan løgreglufólk eru í farloyvi, ella tað skal bíða. Men tað eru alt spurningar eg fari at viðgera nú saman við ríkispolitinum, sigur John Kølbæk, fúti í morgun.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her