Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar í Eysturoy, og eina løtu fyrrapartin vóru tey Millum Fjarða.
Her fingu fimm bilførarar bót, harav hin eini koyrdi 101 kilometrar um tíman, sum umframt bótina eisini gevur klipp í koyrikortið.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tveir av bilførarunum, sum koyrdu 100 kilometrar um tíman, vóru júst undir markinum fyri at fáa klipp í koyrikortið.
- Hinir báðir, sum eisini vórðu máldir at koyra skjótari enn loyvt er, koyrdu ávikavist 95 og 98 kilometrar um tíman, og teir fingu hvør sína bót, legði vaktleiðarin aftrat.