Fimm føroyingalið vunnu seg víðari í norsku steypakappingini

Strømmen, Fredrikstad, Sandnes ULF, Mjøndalen og Kristiansund vunnu seg øll víðari til annað umfarið í norsku steypakappingini

Heri Hjalt Mohr og liðfelagarnir í Strømmen fegnast (Mynd: Strømmen IF)

Talan gjørdist um eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í norskum fótbólti í kvøld.

 

Fýra av fimm føroyingaliðum vóru í leiki í fyrsta umfarinum í norsku steypakappingini, og øll fýra liðini vunnu seg víðari. 

 

Heri Hjalt Mohr var við frá dystarbyrjan tá lið hansara, Strømmen úr triðbestu deildini vann 4-2 á Gjelleråsen úr fjórðbestu deildini á útivølli. 

 

Strømmen var á odda 1-0 í steðginum, men við tveimum málum innanfyri tríggjar minuttir legði Gjelleråsen seg á odda 2-1. Strømmen yvirvann tó skelkin og skoraði trý mál og vann harvið dystin 4-2.

 

Brandur Hendriksson var við frá byrjan tá hann og liðfelagarnir í Fredrikstad vunnu 10-0 á Drøbak-Frogn úr fjórðbestu deildini á útivølli. Fredrikstad var á odda 4-0 í steðginum, og skoraði Brandur málið til 3-0.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF, ið spælir í næstbestu deildini vunnu 3-1 á Brodd úr fjórðbestu deildini. 

 

Tommy Høiland skoraði øll trý málini fyri Sandnes, men bert tveir minuttir eftir, at Tommy Høiland legði Sandnes á odda aftaná 25 minuttirs spæl, javnaði Brodd til 1-1, ið eisini var hálvleiksstøðan.

 

Sandnes fekk tó sett tingini upp á pláss við tveimum málum í seinna hálvleiki.

 

Meinhard E. Olsen kom á vøllin í seinna hálvleiki tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen, ið spælir í næstbestu deildini vunnu 3-0 á Ørn Horten úr triðbestu deildini á útivølli. Í steðginum var Mjøndalen á odda 2-0.

 

Bert 17 ára gamli, Aron Benjaminsen var á beinkinum hjá Kristiansund, ið spælir í bestu deildini, sum vann 2-1 á Brattvåg úr triðbestu deildini. 

 

Í Noreg er tað siður tey fyrstu umførini, at liðið úr tí lægru deildini hevur heimavøll. Eisini er siður, at í fyrsta umfarinum spæla lið úr sama landafrøðiliga øki móti hvørjum øðrum. Landið er jú langt og stórt.

 

Í morgin klokkan 17 skulu Noah Mneney og liðfelagarnir í Bryne, ið spælir í næstbestu deildini spæla dyst móti Forus og Gausel úr fimtbestu deildini, og tað eigur Bryne at klára, so øll seks føroyingaliðini í Noregi hava vunnið seg víðari millum 64 tey seinastu liðini í kappingini. 

 

 

 

Heri Hjalt Mohr og liðfelagarnir í Strømmen fegnast (Mynd: Strømmen IF)