Leita á in.fo

Her er ein óklár mynd frá staðnum, har flóðaldan rakti. Myndin er tikin stutt eftir náttúruvanlukkuna.

Barbara Holm 19.06.2017 (06:45)

Fýra fólk enn saknað eftir flóðalduna í Grønlandi

Leitingin heldur fram í vestur Grønlandi eftir flóðalduna í leygarkvøldið. Liselotte Bøhm hjá grønlendsku løgregluni segði seint í gjárkvøldið við miðlarnar, at so leingi tað gevur meining, verður hildið fram at leita.

 

Hon vil tó ikki siga, um tey saknaðu eru vaksin ella børn. Ein politibátur og eitt skip frá Artisk Kommando fóru sent í gjárkvøldið móti bygdini Nuugaatsiaq á grønlendsku vestursíðuni.

 

Íbúgvararnir eru evakueraðir frá staðnum, meðan løgreglan framvegis ger kanningar- og leitiarbeiði. Flóðaldan rakti Nuugaatsiaq leygarkvøldið. Fleiri bygningar vórðu skolaðir í havið. Tvey skødd fólk vórðu send á sjúkrahúsið í Nuuk, meðan sjey onnur hava fingið smærri skaðar. 

 

Í fyrstu atløgu metir granskarin Trine Dahl Jensen frá stovninum "De nationale geologiske undersøgelser for Danmark og Grønland", Geus, at ein jarðskjálvti er orsøk til flóðalduna. 

 

 

Men í gjárkvøldið segði seismologurin frá sama stovni, Peter Voss, at tað eisini kann vera talan um skriðulop frá einum fjalli. 

 

 

- Eitt skriðulop hevur gjørt, at ein stórur partur av fjallinum er farin í fjørðin og hevur skapt hesa aldu, sigur hann við KNR. 

 

 

Ábendingar um ein jarðskjálvta komu á mátitólini áleið klokkan 21.40 leygarkvøldið, og átta minuttir seinni rakti flóðaldan bygdina. Um klokkan 22.00 fekk løgreglan fráboðan um náttúruvanlukkuna. 

 

 

101 fólk búgva í bygdini, og í gjøgnum allan sunnudagin hava myndugleikarnir fingið váttan fyri, hvar hesir íbúgvar eru - fyri uttan tey fýra, sum enn eru saknað. 

 

 

11 løgreglufólk úr Danmark fóru beina kós til Grønlands eftir hendingina, fyri at stuðla starvsfeløgunum í Grønlandi. Tey fóru í gjár við flogfarið til Grønlands. 

 

/ritzau/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her