Fýra fólk funnin deyð í heimi í Noreg

Løgreglan í Noreg leitar ikki eftir drápsmanni í sambandi við, at fýra fólk eru funnin deyð í Torpo

 

Norska Kriminaltænastan, sum eisini verður nevnd Kripos, er eisini uppi í kanningararbeiðinum. (Arkivfoto). - Foto: Gwladys Fouche/Reuters

Fýra fólk vórðu sambært løgregluni í gjár funnin deyð í einum sethúsum í bygdini Torpo í mið Noreg.

Tey vórðu funnin, at at løgreglan fyrr um kvøldið varð farin í á staðið eftir fráboðan frá stúrandi fólkum í familjuni.

– Tá løgreglan kom á staðið, funnu tey fýra fólk í húsunum. Øll vórðu staðfest deyð, hevur Brit Fyksen, løgregluleiðari, greitt frá í nátt.

Tá ongar ábendingar eru um, at onnur fólk hava verið uppi í hendingini, leitar løgreglan ikki eftir øðrum illgerðarmonnum.

Kriminalteknikarar koma á staðið um eitt tíðina í nátt.

Norska kriminalløgrelan, Kripos, er eisini við í kanningararbeiðinum.

Átaksleiðarin Torben Henriksen upplýsti klokkan 01.03 í nátt norska tíð fyri fjølmiðlum á staðnum, at løgreglan hevur eina fatan av, nær persónarnir eru deyðir.

– Vit hava eina ábending um, nær teir eru deyðir, men vit vilja ikki siga nakað í smálutum enn. Tað kemur kanningararbeiðið at vísa, varð sagt.

Torben Henriksen vildi ikki viðmerkja, um løgreglan hevur lagt hald á nakrar lutir, ella um tey kanska hava funnið vápn í húsinum.

Heldur ikki vildi hann upplýsa um aldur ella kyn á teimum fýra fólkunum.

Brit Fyksen hevur upplýst, at teir fýra persónarnir búðu á adressuni, og at familjan hevur fingið boðini.

– Tað er ov tíðliga at siga nakað um sambandið millum tey deyðu, síðani tey ikki formliga eru eyðmerkt, segði hon.

Løgreglan heldur tíðindafund klokkan 10 okkara tíð í morgun.

Solveig Vestenfor, borgarstjóri í kommununi Ål, sum bygdin er í, hevur sagt hendingina vera djúpt tragiska.

– Tá slíkt hendir í einum lítlum lokalsamfelag, rakar tað serliga hart, hevur hon sagt.

Bygdin Torpo í Noreg er í fólkatali á stødd við eina miðalstóra føroyska bygd sum Hósvík ella Kvívík. Har búgva um 300-400 fólk í Torpo.

/ritzau/NTB

 

Norska Kriminaltænastan, sum eisini verður nevnd Kripos, er eisini uppi í kanningararbeiðinum. (Arkivfoto). - Foto: Gwladys Fouche/Reuters