fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

Hallstein Sigurðsson vitjaði sendingina "Sjóðteim" á Rás2 fyrrapartin til eitt prát um síni fýra ár í Nuuk í Grønlandi (Mynd: Hilmar Jan Hansen)

Heri Simonsen 12.02.2018 (17:30)

Fýra spennandi og mennandi ár í Grønlandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Hallstein Sigurðsson í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2.

 

Hallstein Sigurðsson er kendur sum fyrrverandi formaður í Føroya Ungdómsráði pionerárini, sum fyrrverandi formaður í Norrøna Felagnum, samskipari hjá Manntali, leiðari fyri útberingina hjá Prentmiðstøðina fyrst í hesari øldini, og sum postmaður í farna almenna stovninum, Postverki Føroya áðrenn aldarskiftið. Hallstein Sigurðsson hevur eisini sitið í Tórshavnar Býráði eitt skiftið í 1990-unum, og hann er pápi núverandi býráðslimin, Trónd Sigurðsson, sum fekk næstan 700 atkvøður á javnaðarlistanum farna býráðsval.

 

Frá heysti 2013 til heystið 2017 starvaðist Hallstein Sigurðsson, sum deildarleiðari fyri postútberingina hjá TelePost í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

 

Sum ungur sjómaður sigldi Hallstein í Grønlandi, og tað var ein gamal dreymur hjá honum at sleppa at búgva í Grønlandi, og læra fólkið og mentanina at kenna.

 

Tað hava verið fýra góð ár í Nuuk, men familjan, og ikki minst abbabørnini drógu heimaftur til Føroya. Í samrøðuni greiðir Hallstein Sigurðsson frá sínum upplivingum í Grønlandi, har hann m.a. eisini var á reinsdjóraveiðu. Samanumtikið er talan um fýra mennandi og spennandi ár í Grønlandi. 

 

Sendingin "Sjóðteim" er hvønn mánamorgun á Rás2. Sent verður beinleiðis millum klokkan 10 og 12. 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her