Náttúruoyðingin á Sundi og í Sundsá 6
Í samrøðu við útvarpið mikudagin tann 31. mai legði formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, Bogi Andreasen, herðslu á, at býráðið hevði gott samskifti við tunnilsfelagið. Tað sama kann ikki sigast um samskiftið við fólkið í Kaldbak.
Hóast nærum øll í Kaldbak mótmæltu ætlanini at broyta byggisamtyktina fyri Sund – í hoyringsskrivi í januar, tá hoyringsfreistin var úti – setti býráðið seg ikki í samband við kaldbaksfólk ella kaldbaksnevndina. Ístaðin samtykti ein meiriluti í býráðnum 2.mars at staðfesta broyttu byggisamtyktina móti ynski kaldbaksfólksins.
Um býráðið veruliga virdi fólkið í Kaldbak, hevði býráðið spurt kaldbaksnevndina, um tað hevði borið til at funnið eina aðra loysn, sum fólkið við fjørðin – ein tann vakrasta í Føroyum – hevði kunnað góðtikið.
Umframt Boga leggur býráðslimurin, Gunvør Balle, sera stóran dent á ein sáttmála, sum undanfarna býráð hevur gjørt við tunnilsfelagið. Ein sáttmála, sum á-hugabólkurin í Kaldbak ikki hevur fingið innlit í. Eftir hesum sáttmála skal kommunan taka ímóti grótinum.
Men í arrogantum skrivi til á-hugabólkin týskvøldið sigur Gunvør, at býráðið hevur ikki funnið eina aðra loysn fyri grótið enn at oyðileggja náttúruna á Sundi.
Hóast kaldbaksfólk hava nevnt fleiri aðrar møguleikar.
Bogi og Gunvør leggja stóran dent á sáttmálan við tunnislfelagið, men tey leggja sektin á samanleggingarsáttmálan frá 1974 millum Tórshavnar kommunu og Kaldbaks kommunu, sum eisini fevndi um Sund,.
Eftir hesum sáttmála skal ein kaldbaksnevnd fáa til umrøðu øll mál, sum hava við Kaldbak at gera, og geva viðmæli í hesum málum.
Hesin sáttmáli við kaldbaksnevnd er staðfestur í kunngerð hjá landsstýrinum. Men hesa kunngerð brýtur Tórshavnar býráð nærum hvørja ferð, tá okkurt mál hevur við Kaldbak at gera.
Í obtikkinum hjá Boga og Gunvør, sum nýliga eru vald at tæna øllum borgarunum í kommununi, hevur sáttmálin við eitt tilvildarligt tunnislfelag størri týdning.
Eg skal nøkur dømi:
· Tórshavnmar kommuna legði ikki uppskotið at broyta byggisamtyktina fyri Sund í 2006 fyri kaldbaksnevndina at umrøða og gera viðmerkingar til.
· Tórshavnar kommuna legði ikki uppskot at broyta byggisamtyktina fyri Sund í 2016 fyri Kaldbaksnevndina at umrøðu og gera viðmerkingar til.
· Tórshavnar kommuna legði ikki fyri kaldbaksnevndina ætlanina at seta upp í eitt asfaltverk – sum dálkaði ov illa at standa í Jútlandi – á Sundi at umrøða og gera viðmerkingar til.
· Tórshavnar kommuna legði ikki fyri kaldbaksnevndina ætlanina at seta upp ein goymslubygning til sement á Sundi fyri einum tveimum árum síðani at umrøða og gera viðmerkingar til.
· Tórshavnar kommuna legði ikki fyri kaldbaksnevndina ætlanina at tyrva eitt vinnuøki vestan fyri Kaldbak í 2016 at umrøðu og gera viðmerkingar til.
Hvat sigur kommunala eftirlitið til, at Tórshavnar býráð hvørki heldur samanleggingarsáttmálan ella landsstýriskunngerðina frá 1974?
Soleiðis leggur Tórshavnar býráð sektin á eina heila bygd. Býráðið virðir hvørki sáttmála ella kunngerð. Býráðið vísir heldur ikki fólkaræðiligt sinnalag. Tvørturímóti. Býráðið traðkar næstan alla bygdina undir fóti. Tá eg sigi næstan, er tað tí, at næsta øll skrivaðu undir hoyringsskrivið. Onkur var til skips. Onkur var burturi. Og onkur skrivaði ikki undir.
Við atliti at hasum forbannað grótinum – orsakið orðavalið – so hava kaldbaksfólk víst á fleiri møguleikar. M.a. at breiðka tann lívsvandamikla kaldbaksvegin úr Kaldbaksfirði og út til bygdina.
Eftir samanleggingarsáttmálanum skuldi Tórshavnar kommuna gera vegin og hann skuldi vera millum 5 og 6 metrar breiður.
Heldur ikki hesa áseting hevur Tórshavnar býráð hildið. Uppmáting seinasta leygardag vísir, at hann er heilt niður í 4 metrar og 10 sentimetrar. Í meðal 4-5 metrar.
Heldur ikki henda partin í samanleggingarsáttmálanum helt Tórshavnar kommuna, sum avreiddi landinum vegin, tá hann var liðugur.
Ístaðin fyri at halda sáttmála og breiðka vegin fer býráðið at:
· Oyðileggja náttúruna á Sundi uppaftur meira.
· ”Oyðsla við sjóvarstrond” (einasta størri malargrótsfjøra í Suðurstreymi).
· Oyðileggja eitt útgrunt økti.
· Oyðileggja eitt fjarðarøki við sandbotni.
· Oyðileggja part av næststørsta æðuvarpinum í Føroyum, og gera
· Eitt vinnuøki, sum kaldbaksfólk ikki vil hava, og sum – eftir skjølunum – kanska skal brúkast til:
· Burturkast (samankroystar bilar) frá brennistøðini.
· Brandskúla.
· Biogass og kanska Kosangas, og nevnd er
· Aling á landi (nærhendis asfaltverki, sementgoymslu og diselverki…).
Vinnu kallar Bogi Andreasen hetta. Men neyvan vinna við nógvum arbeiðsplássum. Eg kalli tað náttúruoyðing, sum staðfestir, at Bogi og býráðið vanvirðir eina heila bygd.
Ætlanin og framferðin er primitiv. Tær sampakka ikki vit eitt framkomið samfelag.
Tað hástóra yvirlegni, sum býráðspolitikkar sýna í hesum døgum, er í dyggiligari andsøgn til tað eyðmýkni, sum eyðkendi somu politikkarar, tá teir bóðu um atkvøðuna frá okkum fyri sjey mánaðum síðani.
Loyvi mær at enda við orðunum hjá týska skalinum Friedrich Schiller – tó á donskum so øll skilja orðini – ”Mod dumhed kæmper selv guderne forgæves”!
Í Niðaru Soylugørðum í Kladbak 1. Juni 2017-05-22
Jóhann Mortensen