Leita á in.fo

Ása Olsen 19.06.2017 (11:43)

Fyri hvønn er tað ein forðing, at skúlin er í Suðuroy?

Hevði ikki ætlað, at leggja meg út í kjakið um Heilsuskúlan, men tá eg nú havi verið við til at taka stig til at heilsuútbúgvingarnar vóru settar á stovn í Føroyum, kann eg ikki tiga longur

Í 1996, tá eg gjørdist forkvinna í táverandi Heimahjálparafelag Føroya, var okkara fyrsta og størsta raðfesting, at fáa heilsuútbúgvingarnar settar á stovn í Føroyum.

 

Eg sat sjálv í einum skjótt arbeiðandi arbeiðsbólki, ið gjørdi álit og uppskot til lóg, ið vóru handað táverandi landsstýri á vári 1997. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at útbúgvingin varð sett á stovn, hetta tí at heimahjálparar høvdu brúk fyri at verða uppskúlaðar frá heimahjálpara til heilsuhjálpara.

 

Á sumri 2000, boðaði Tórbjørn Jacobsen, táverandi landsstýrismaður í Mentamálum frá, at skúlin skuldi leggjast á Tvøroyri. Bæði eg sjálv og fleiri við mær bóru ótta fyri, at hetta kom at verða trupult, tí at ongi hølir vóru til ein skúla á Tvøroyri.

 

Vit høvdu nakrar fundir við Tórbjørn Jacobsen, har hann vissaði okkum um, at skúlin kom at byrja í 2001, og sum tann handlingsmaðurin hann er, helt hann orð og skúlin byrjaði í tí lítla reyða húsinum á Tvøroyri.

 

Í mai 2001 byrjaði fyrsti flokkur av heimahjálparum á skúlanum, og vóru hesir næmingar kvinnur, ið allar høvdu arbeitt sum heimahjálparar, eisini høvdu hesar sett búgv og onkur hevði børnini við suður. Hesi børn fingu pláss í barnaansing og í skúlanum á Tvøroyri.

 

Frá 2001 til 2005, vóru umleið 160 heimahjálparar uppskúlaðar til heilsuhjálpara.

Eg kenni onki til, at ein einasta av hesum kvinnum var kedd um, at skúlin lá á Tvøroyri, nei heldur vóru tær glaðar um hetta, tí at nú fingu tær møguleika at samla seg um at taka útbúgving. Nakað annað, ið eisini gjørdi tíðina góða var, at allar kendu seg so sera vælkomnar á Tvøroyri.

 

Skúlin var lítil, men við dugnaligum lærarum og góðum samstarvi við Tvøroyrar skúla og Suðuroyar sjúkrahús bar hetta til.

 

Nú hesi seinastu árini er skúlin fluttur í nýggju snotiligu hølini á Miðnámsskúlanum í Hovi, og kunnu bæði næmingar og lærarar endiliga búleikast undir góðum umstøðum.

 

Tá heimahjálparar skuldu taka uppskúling, kom eisini spurningurin um løn og hvussu hesar skuldu hava ráð at fara til Suðuroyar at taka útbúgving. Hendan spurning tóku vit, ið tá mannaðu nevndina Heilsuhjálparafelag Føroya,  upp við landsstýrið og táverandi Nærverkið, og varð avgjørt, at øll, ið seinastu fimm árini í minsta lagi í trý ár høvdu starvast sum heimahjálparar, skuldu fáa møguleika fyri, at taka uppskúling til heilsuhjálpara við løn. Lønin var 80% av fullari tíð á fyrsta lønarstigi.

 

Nú so nógv er frammi um, at flyta útbúgvingina til Havnar, hetta tí at tað er so stórur tørvur á útbúnum fólki í Havn, kundi eg hugsa mær meiri kreativar loysnir enn at flyta eina útbúgving.

 

Hví tekur Tórshavnar býráð ikki spurningin upp við Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsuskúlan at vita, hvussu ein uppskúling kann leggjast til rættis á núverandi Heilsuskúla, av verandi starvsfólkum, fyri tey, ið lúka treytirnar fyri at fáa góðskriva ein part av útbúgvingini?

 

Nærum helvtin av øllum borgarum í Føroyum búgva í Tórshavn. Um trupulleikin er fíggjarviðurskifti hjá næmingunum, eigur kommunan at seta pening av á komandi fíggjarætlan, at geva starvsfólkunum møguleika, at sleppa á Heilsuskúlan við løn, á sama hátt sum tá heimahjálparar vóru til uppskúling við løn.

 

Nú ein av kveikjanrunum hjá ALS hevur vent spurningin um at skipa heilsuútbúgvingarnar í Havn, hetta fyri at gera tað lættari, at kunna bjóða arbeiðsleysum skeið, átti ALS at kunna fíggja tað, ið tað kostar, at senda fólk á Heilsuskúlan á skeið, so at hesi veruliga sleppa at síggja, hvat útbúgvingin snýr seg um.

 

Heilsuskúli Føroya, hevur seinni árini bjóðað bæði heilsuhjálpara og heilsrøktaraútbúgving, og hevur skúlin ment ein góðan lærarahóp, við serkunnleika til júst hesar útbúgvingar. Tí vildi tað verið langt úti, um man nú ætlar at fara í holt við at skipa hesar útbúgvingar aðrastaðni í landinum.

 

At skúlin virkar so væl sum hann ger, eigur at vera nóg góð grundgeving fyri, at skúlin fær frið.

 

Eg vóni, at politikarar í Føroyum eru so mikið at sær komnir, at teir ikki geva møguleika fyri, at flyta útbúgvingina.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her