fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum

Sólvit Nolsø 20.03.2017 (22:59)

Fyritøkur eiga at fáa atgongd til almennar skráir

Í samband við kjakið í løgtinginum um broyting í ferðslulógini, var millum annað tosa um at geva fleiri fyritøkum atgongd til akfrasskránna, ið skuldi gera tað lættari hjá fyritøkum millum annað at senda rokningar.

 

Samferðslumálaráðið er í iva um tað er stríð við persónsupplýsingarlógina, at geva fyritøkum atgongd til skráir, ið innihalda persónligar upplýsingar.

 

Nógv tingfólk høvdu somu áskoðan á lofti, at tað kundi gera seg inná persónsrættin hjá fólki, at geva fyritøkum atgongd til skráir, sum til dømis akfarsskránna.

 

Vinnuhúsið sigur í almennari viðmerking í dag, at eftir teirra tykki skulu fyritøkur hava atgongd til almennar skráir. Samferðslumálaráðið sigur, at fyritøkur kunnu fáa upplýsingar sum er, við at biða um tær.

 

- Við øðrum orðum fáa fyritøkurnar, talan er um, atgongd til upplýsingar úr akfarsskránni við at ringja til løgreglu ella til Akstovuna, og tað er sambært Samferðslumálaráðnum ikki í stríð við persónsupplýsingarlógina. Hetta er umsitingarliga tungt og tað gevur ógvuliga lítla meining. Serliga tá hugsað verður um, at aðrar fyritøkur longu hava atgongd til akfarsskránna. Er tað soleiðis at tað er í stríð við persónsupplýsingarlógina, so eigur henda lóggáva at verða tillagað. Í hesum sambandi ber til at seta krøv til, hvussu fyritøkurnar skulu handfara hesar upplýsinga, sigur Vinnuhúsið í almennari viðmerking í dag.