Leita á in.fo

Barbara Holm 12.02.2018 (08:25)

- Fyritøkur eiga ikki at rinda kringvarpsgjald

Stendur tað til formannin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, so skulu vinnufeløg ikki rinda Kringvarpsgjald í framtíðini. Tí mikudagin skal løgtingið umrøða eitt lógaruppskot, sum frítekur øllum feløgunum, sum eru nevnd í §5  partafelagslógini at rinda kringvarpsgjald. 


 

 

- Ein fyritøka er ikki ein fysiskur persónur, og tí kann ein fyritøka hvørki lurta ella hyggja eftir KVF. Tey einastu, sum kunnu hoyra KVF í eini fyritøku, eru tey sum arbeiða har og viðskiftafólkini. Hesi rinda øll kringvarpsgjald frammanundan og tí er slíkt gjald á fyritøkurnar eitt dupult gjald, sum als ikki eigur at vera, skrivar tingmaðurin í almennu viðmerkingunum. 

 

 

 

- Lógin sigur, at gjøldini eru ymisk í mun til støddina á fyritøkuni. Hugsa vit minni fyritøkur, sum t.d. handlar, hárfríðkanarstovur, handverkarafyritøkur o.s.fr., so hava flestu av hesum lønargjaldingar millum 1 og 3 mió kr. Tað merkir, at tær skulu rinda 7.000 kr um árið í KVF- gjaldi. Nógvar fyritøkur hava skipað sítt virksemi í ymiskum partafeløgum. Fyri tær er KVF-gjaldið fleirfalt. Vit eiga at geva vinnuni so góðar karmar sum møguligt. Vøkstur í samfelagnum sprettir úr vinnuni og tí eiga vit at gera sum grannalondini, nevnilga at avtaka og minka gjøld. Hetta uppskot er eitt í røðini at avtaka og minka gjøld á vinnuna, skrivar Jørgen Niclasen. 

 

 

 

Sitandi samgonga hevur broytt kringvarpsgjaldið hetta valskeiðið so, at eitt nú pensjónistar rinda minni. Áðrenn broytingina rindaði hvørt húski 3.625 kr. árliga í kringvarpsgjaldi, líka mikið, hvussu nógv fólk húskið fevnir um. Nú er tað so, at gjaldið er lagt um til eitt árligt persónsgjald á 1800 kr. fyri allar skattskyldugar persónar millum 24-66 ár. Ung rinda einki, og fólkapesjónistar rinda ein triðing, nevniliga 600 kr. árliga. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her