fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 14.6m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 12.01.2018 (21:00)

Fyrrverandi forkvinna: Ongin virðing fyri námsfrøðingum

– Vit hava eina fýra ára langa útbúgving, sum politiska skipanin hevur sett á stovn, og politiska skipanin eigur ikki at vera so bláoygd at halda, at tað ikki eisini kostar, staðfestir Maud Wang Hansen, fyrrverandi forkvinna í Føroya Pedagogfelag í Vikuskiftis Sosialinum hetta vikuskiftið.

 

 

– Familjumynstrið í Føroyum er soleiðis, at kvinnur í stóran mun framvegis hava stóra ábyrgd í heiminum og við børnunum, staðfestir hon

 

 

– Tað er ongin ivi í, at hevði hetta verið eitt mannfólkadominerað øki, so høvdu teir als ikki funnið seg í slíkum arbeiðsumstøðum ella lønini. Á pedagogiska økinum fara menn ofta tíðliga í leiðarastørv, hóast summir arbeiða undir somu treytum sum kvinnurnar, men teir eru alt ov fáir, sigur hon.

 

 

Orsøkin til, at vit enn tosa um hendan ójavnaðin í lønum, nú vit skriva 2018 er, at politiska skipanin hevur verið stýrd av monnum. Hesir somu menninir hava ikki havt virðing fyri námsfrøðiliga fakinum, og teir síggja ikki, at børnini skulu mennast og búgvast til samfelagið, sum vit liva í í dag. Maud Wang Hansen heldur, at tað eru stórar avbjóðingar á øllum frontum, tí samfelagið í dag er so mikið komplekst, og krøvini til børnini eru ómetaliga stór, longu tá tey fara í fyrsta flokk.

 

 

Les alla samrøðuna við Maud Wang Hansen í Vikuskiftis Sosialinum, sum er á fáa í sølubúðunum kring landið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her