fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 11.09.2017 (15:22)

Fyrrverandi løgtingsmaður býr nú í Kambodja

Seinastu tíðina hevur hevur fyrrverandi løgtingsmaðurin, Reimund Langgaard, selt hús, bil og innbúgv sítt, og leygardagin flutti hann úr Leirvík til heimlandið hjá konuni, Kambodja.

 

 

Ætlanin at flyta úr Føroyum til Kambodja er ikki nýggj. Reimund Langgaard búði í Kamboðja í hálvtannað ár fyri á leið átta árum síðani, og tá møtti hann eisini konu síni, sum er úr Kambodja. Tey fluttu tá til Føroyar at búgva, men høvdu ætlanir um einaferð at flyta aftur til heimland hennara.

 

 

Kona Reimund flutti aftur til Kambodja við dóttur teirra fyri einum mánaði síðani. Reimund hevur verið í Føroyum hesa tíðina og avklárað seinastu praktisku viðurskiftini.

 

 

Hann greiðir frá, at hóast kona hansara fór úr Føroyum og heim til familju sína, so er tað við sorgblídni at lítla familjan sigur farvæl á hesum sinni.

 

 

- Vit fara at sakna Føroyar nógv, men júst nú sakna vit at búgva í Kambodja meir, staðfestir hann.

 

 

- Nú velja vit Kambodja, og seta tað í fremstu røð. Um vit einaferð í framtíðini eru í tí støðu, at vit sakna Føroyar meir, so koma vit aftur, leggur hann afturat. 

 

 

Les alla samrøðuna við Reimund í Sosialinum, sum er í sølubúðunum í dag. Eisini ber til at keypa og lesa blaðið talgilt her


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her