Fyrrverandi politikari ger tveir filmar

Seinastu stívliga trý árini hevur Signar á Brúnni, sum í næstan 30 ár var løgtingsmaður og fleiri skifti var landsstýrismaður, arbeitt við tveimum søguligum dokumentarfilmum. 


Annar filmurin snýr seg um Pidda’sa handil og Haraldsen, og hin filmurin er um gomlu smiðjuna og gomlu bedingina í Fuglafirði.

- Vit hava havt kvøldsetu, har fólk, sum starvaðust á hesum støðum, hava greitt frá, og eg havi eisini gjørt ymisk prát við fólkini. Tað er sera áhugavert at hoyra tey siga frá, og bara síðani eg byrjaði við arbeiðnum, eru sjey fólk, sum eg havi tosað við, farin, sigur Signar á Brúnni.

Í løtuni eru hann og Zacharias Hammer í holt við at klippa og seta mongu samrøðurnar saman til tveir filmar, sum hvør verður umleið ein tíma til longdar.

Ætlanin er, at filmarnir verða frumsýndir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í næstum.