Fýrsaradeingir á Hálsi leygarkvøldið

Fyrr var eingin dansistova við virðing fyri sær sjálvari, sum ikki hevði Twilight á reportoirinum – kanska Føroya best umtókta dansiorkestur í 80’unum og 90’unum, og tað mundi renna saman millum mangt parið úti á dansigólvinum aftur við tónleikinum hjá Paula, Roberti, Einari, Kartna og Hans Andriasi, sum mannaðu bólkin.

 

Twilight hevur síðan spælt til okkurt tiltak viðhvørt, eitt nú til Countryfestivalin í Sørvági, men til Knørradansin komandi leygarkvøld á Hálsi spælir bólkurin aftur sum regulerur dansibólkur. 80’ara frisuran er long time gone, men evnini at spæla hava ongantíð fornoktað seg, so tað verður ivaleyst eitt stuttligt kvøld í høllini hjá øllum teimum, sum fara í dans.

 

Trý orkestur spæla til Knørradansin – umframt Twilight fara eisini Four Men og Anfinn & Co á pall. Four Men er fuglfarðabólkur og spælir sum Twilight eisini populeran dansitónleik umframt country ala Hank Williams. Anfinn & Co munnu flestøll tilkomin kenna sera væl, ikki minst frá teimum vælumtóktu oyrakaramellunum hjá Anfinni. Dansurin byrjar klokkan 22.