Leita á in.fo

Hallur av Rana 13.03.2019 (22:02)

Fyrsta afturlatna uppboðssølan verður í næstu viku

Vørn boðar í dag frá, at fyrsta afturlatna uppboðssølan í ár verður tann 21. mars 2019. Tá er ætlanin at selja 1, 3 og 8 ára rættindi til svartkjaft á uppboðssølu. 


Samstundis boðar stovnurin frá, at um eitt felag varð góðkent at luttaka í uppboðssølum í fjør, er kki neyðugt at fáa nýggja góðkenning, um ongar broytingar eru gjørdar í ognarviðurskiftunum. Fyri restina skal skjalprógv latast stovninum tríggjar vikur áðrenn uppboðssølan byrjar.


- Ikki áður góðkend feløg, skulu lata skjalprógv inn í seinasta lagi 3 vikur áðrenn, uppboðssølan byrjar. Víst verður til kunngerð nr. 5 frá 17. januar 2019, sum broytt við kunngerð nr. 13 frá 27. februar 2019, um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019 og treytirnar á heimasíðuni hjá Vørn, skrivar stovnurin.


Harumframt heitir stovnurin á keyparar at seta seg væl inn í, hvør prísáseting er galdandi á tí einstaku uppboðssøluni. Vørn hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvørjar prísásetingar eru galdandi og liggur yvirlitið á heimasíðuni hjá stovninum undir Uppboðssøla 2019.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her