fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

- Eg eri errin av, at smágentur um allan heim nú kunnu spæla við eina Barbie í hijab, sigur Ibtihaj Muhammad.

Vilmund Jacobsen 14.11.2017 (07:01)

Fyrsta Barbie-dukkan í hijab

Amerikanski leikuframleiðarin - Mattel - sum eitt nú stendur aftan fyri kendu Barbie-dukkurar, hevur nú framleitt eina dukku, sum er í hijab.

 

Tað almannakunngjørdi framleiðarin í gjár. 

 

Íblásturin til dukkuna, sum hevur eitt turriklæði um høvdið, er amerikanska stríðskvinnan, Ibtihaj Muhammad, sum seinasta ár vann eitt bronsjuheiðursmerki á OL í Rio.

 

Aftrat turriklæðnum um høvdið, er nýggja dukkan eisini ílatin stríðsklæði og ber hjálm undir øðrum arminum.

 

- Vit eru so fegin um at kunna æra Ibtihaj Muhammad við hesi serstøku Barbie-dukkuni, tí  Ibtihaj gevur kvinnum kring um allan heim íblástur til at bróta mørk, sigur framleiðarin.

 

Barbie-dukkan í hijab verður ein partur av "Sheroes"-røðini hjá framleiðaranum. Røðin byggir á stríðskvinnur, sum geva øðrum kvinnum íblástur til at bróta mørk.

 

31 ára gamla, Ibtihaj Muhammad, følir tað, sum nýggja dukkan er ein dreymur, ið gerst veruleiki, og hon takkar framleiðaranum fyri at hava brúkt seg sum fyrimynd í nýggjasta partinum av "Sheroes"-familjuni.

 

- Eg eri errin av, at smágentur um allan heim nú kunnu spæla við eina Barbie, sum hevur valt at lata seg í hijab. Hetta er ein barnadreymur, sum nú gongur út, sigur hon.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her