Fyrsta dripna gentan navngivin

Ein 18 ára gomul genta, sum doyði á sjúkrahúsinum, er fyrsta almannakunngjørda deyðsfallið eftir bumbuspreingingina í Manchester.

18 ára gamla Georgina Callander er fyrsta gentan, hvørs navn er almannakunngjørt av teimum, sum doyðu í bumbuspreingingini í Manchester í gjár.

 

Hon var á veg út úr konserthøllini, tá bumban brast. Gentan varð førd á eitt av sjúkrahúsunum, men doyði seinni av løstunum. Móðir hennara var hjá henni seinastu løtuna, skrivar lokalavísin Evening Standard.

 

Hon hevði glett seg nógv til konsertina og legði nýliga eina mynd av sær og songkvinnuni út á sosialu miðlarnar, ein mynd, sum var tikin á eini aðrari konsert fyri tveimum árum síðani.

 

22 fólk hava higartil latið lív í bumbuspreingingini, meðan 59 vóru løstað. Hetta verður mett at vera ringasta yvirgangsálopí Onglandi síðani 7. juli í 2005, tá 56 fólk lótu lív í einum bumbuálopi móti undirgrundstokunum í London.

 

Fyri løtu síðani boðaði bretska forsætisráðfrúan frá, at tað hevur eydnast løgregluni at navngeva yvirgangsmannin, men at tey ikki vilja almannakunngera tað enn.