Fyrsta grindin hildin til á Borðoyavík

Í kvøld doyði ein lítil grind um 30 hval á Borðoyavík í Klaksvík.

 

Grindin varð funnin á víkini, og avgjørt var at halda henni til har.

 

Við Norðlýsið sigur Karl Johansen, sýslumaður, at grindin varð funnin um 19 tíðina og hevði tá ferð inneftir. Gjørt var tí av at halda henni til har – og er tað fyrstu ferð, síðani Borðoyavík varð góðkend sum hvalvág.

 

Karl Johansen sigur, at menn vistu ikki reiðiliga, hvussu teir skuldu bera seg – men at nú hava teir so roynt at hildið grind til á Borðoyavík, og tað gekk væl. Hann sigur, at menn máttu vaða einar 10 metrar út fyri at gera fast á hvalirnar og hála teir inn.

 

Hvalirnir eru koyrdi á kaiina á Stongunum við egningarskúrarnar, har skorið verður upp. Eftir ætlan koma seðlarnir út í kvøld, og býtt verður bert í drápspartar.