Fyrsta kona Frank Sinatra deyð 101 ára gomul

Fyrsta konan hjá gitna amerikanska sangaranum Frank Sinatra er deyð. Nancy Barbato Sinatra gjørdist 101 ára gomul

Nancy Barbato Sinatra, sum var fyrsta konan hjá kenda sangaranum Frank Sinatra, doyði í gjár 101 ára gomul.

 

Tað upplýsir dóttirin, Nancy Sinatra, á Twitter.

 

– Mamma doyði friðarliga 101 ára gomul. Hon var eitt vælsignilsi og ljósið í lívi mínum, skrivar dóttirin.

 

Nancy Barbato Sinatra var ungdómsunnustan hjá Frank Sinatra, og tey giftust í 1939. Tey fingu trý børn, áðrenn tey vórðu skild í 1951.

 

Parið giftist um sama mundið, sum tað fór at ganga so væl hjá Frank Sinatra.

 

Eftir at Frank Sinatra gjørdist víðagitin í 1940 árunum, flutti parið til Los Angeles, har sangarin eisini gjørdist filmsstjørna.

 

/ritzau/AP