Fyrsta Michelinstjørna til Føroya? – Vit eru øgiliga spent

– Eg áni tað ikki. Vit vita púra einki um hetta. Tað er so ofta, at ummælarar og miðlar gita um, hvør fær Michelinstjørnur – ofta passar tað, men ofta passar tað ikki. Vit vita einki, men eru sjálvandi ræðuliga spent.

 

Tað sigur Johannes Jensen, stjóri á Gist & Vist, sum eigur matstovuna Koks, sum fleiri matstovuummælarar í Danmark og Svøríki spáa at fáa eina Michelinstjørnu, tá tær verða býttar út í Norðurlondum. Tað verður kunngjørt á hatíðarhaldi í Stokhólm mikumorgunin klokkan 9.

 

Les eisini: Koks fær Michelin stjørnu mikudagin

 

Johannes Jensen er varin og vísir á, at ummælarar hava í fimm ár gitt, at danska matstovan Hurtigkarl fer at fáa eina stjørnu, men enn er hon ikki komin.

 

– Men hetta er so fyrstu ferð, at vit eru nevnd av matummælarum, hesaferð donskum og svenskum, sum kandidatur til at fáa Michelinstjørnu, og tí eru vit ógvuliga stolt av. Vit síggja tað sum nakað positivt, at vit verða umrødd í sambandi við stjørnuútbýting hjá Michelin Guide, sigur Johannes Jensen.

 

Stjórin í Gist & Vist leggur dent á, at hann vil ikki selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. Men spurdur beinleiðis, hvat tað hevði merkt fyri matstovuna Koks, skuldi hon fingið eina Michelinstjørnu mikudagin, svarar hann, at tað hevði havt stóran týdning. Sera stóran týdning.

 

– Tað plagar at økja um inntøkurnar eini 20 prosent, um tú hevur eina matstovu í rætta býnum. Men mest av øllum er tað ein viðurkenning fyri, hvat fyri støði tú ert á.

 

Spurdur, um tey á Koks hava arbeitt fram ímóti at fáa eina viðurkenning sum eina Michelinstjørnu sigur Johannes Jensen, at tað hava tey ikki.

 

– Vit hava eina ambitión um at vera á listanum hjá »The World's 50 Best Restaurants«, sigur Johannes Jensen. Hetta er tann listin, har danska matstovan Noma var nummar 1 í 2010, 2011, 2012 og 2014 og har matstovan í fjør var nummar 5.

 

– Har eru fleiri matstovur, sum vit síggja upp til, sigur hann.

 

Michelin Guide er ein 117 ára gomul matstovuguide, sum hevur sína stóru søgu. Tey eru kend fyri at vera rættiliga professiónell. Tá tey døma fyrstu ferð, skulu minst tríggir inspektørar hava roynt matstovuna, sum sjálvandi einki fær at vita um tað. Tá inspektørarnir eru í miðlunum, so eru teir anonymir.

 

Johannes Jensen heldur tað vera sera góða marknaðaføring, bara tað at vera kandidatur til fáa eina Michelinstjørnu.

 

– Tað er sjálvandi góð marknaðarføring fyri Koks, men so sanniliga eisini fyri Føroyar, og gastronomiski parturin av Føroyar fær á henda hátt stórt uppmerksemi uttanlands. Tað kann hava stóran týdning fyri brandingina av Føroyum.

 

– Vit eiga øll part í stjørnuni, skuldi hon komið. Allir føroyingar og allur kokkastaburin og øll, sum arbeiða við gastronomi í Føroyum eiga sín part í hesum, skuldi tað blivið til veruleika, sigur hann.

 

Johannes Jensen leggur alsamt dent á, at tey einki vita, og at tað bara eru gitingar, at tey skulu vera ímillum tær hepnu matstovurnar í Norðurlondum mikumorgunin.

 

– Fáa vit hana, so verða vit glað. Fáa vit hana ikki, ja so koyra vit víðari, sigur hann.