Leita á in.fo

Jóannes Hansen 06.09.2016 (20:30)

Fyrsta stigið komið til høldar

Fyrsta stigið í nýggju HM undankappingini er komið til høldar. Føroyar hava í kvøld megnað málleysan javnleik á heimavølli ímóti Ungarn, sum síðsta summar luttók í EM endapælinum, har Ungarn vann bólkaspælið.

 

Talan var um so gott liðavrik, sum tað er sjáldan sætt áður. Føroysku spælararnir vístu fram úr hugburð, og haraftrat var samanspælið og hugflogið so gott, sum tað sjáldan ella kanska ongantíð áður hevur verið.

Tað einasta, sum var at finnast at, vóru deyðbóltarnir. Hornaspørkini og fríspørkini vóru ikki nóg neyvt avgreidd, og tað fekst heldur ikki tað burtur úr longu innkastunum, sum tað ofta hevur verið fingið, og sum ofta hevur verið orsøk til spentar støður og mál.

 

Burtursæð frá eina lítla løtu fram ímóti dystarenda var føroyska liðið ikki undir tí trýsti, sum so ofta áður hevur verið at sæð.

Eftir stórt korter fótaði føroyska liðið sær leikliga, og so vóru føroysku spælararnir ájavnt við mótstøðumenninar og í flestu førum leikliga omaná.

Tað riggaði væl við Bárði J. Hansen og Sølva Vatnhamar í høgru og við Viljormi Davidsen og René S. Joensen í vinstru.

Jóan Símun Edmundsson arbeiddi nógv í fremstu ódnini og sneiddi fleiri ferðir framvið einum og tveimum mótstøðumonnum.

Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson vóru framúr á verjukendu sentralu miðvallarplássunum, og Brandur Hendriksson dugdi væl at temja bóltin og at leggja upp til hugflogsríkt smáspæl.

 

Í miðverjuni vóru Atli Gregersen og Sonni Ragnar Nattestad so tryggir og væl skipaðir, sum teir ofta hava verið, og Gunnar Nielsen var tryggur í málinum og stórbjargaði, tá ið Ungarn dygst undan dystarenda hevði risa møguleika.

 

Málleysur javnleikur ímóti Ungarn er fínt úrslit. Men eftir avrikið í kvøld sita føroyingar eftir við kensluni av, at tað átti at verið uppaftur betri. Tættast við var Hallur Hansson, tá ið hann eftir eitt sindur av aftur og fram í brotsteiginum smekkaði til, og bólturin brast í handaru stólparótina. Tá restaðu tað fýra minuttir.

Spælararnir siga seg fegnast um stigið, men teir eru allir samdir um, at avrikið í kvøld væl kundi borið øll trý stigini við sær:

 

-Eg eri stolur vegna spælararnar og fegin um úrslitið. Vit skulu ikki gloyma, at Ungarn vann bólkaspælið og rakk áttandapart finaluna í HM endaspælinum. Vit skulu hava mót at spæla ímóti góðum liðum, og tað vístu spælararnir í kvøld, at teir megna. Tað er fínt, at vit megnaðu at halda málið reint. Men skulu vit vinna, so skulu vit skora mál, og tað fara vit at royna ímóti Letlandi, sigur Lars Olsen.

 

Einasta útskiftingin var, tá ið Heini Vatnsdal í yvirtíðini avloysti Hall Hansson:

-Eg var sera væl nøgdur við allar spælararnar. At enda tóktist Hallur Hansson, sum hevði arbeitt so nógv og væl, at vera troyttur. Tí varð hann útskiftur.

 

Føroyar-Ungarn 0-0

HM undankappingardystur

Á Tórsvølli týsdagin 6. September 2016 kl. 19.45

Dómarakvartett úr Slovenia: Slavako Vincic, Bojan Ul, Matej Zunic og Matej Jug

4066 áskoðarar

Føroyar: Gunnar Nielsen FH Ísland – Bárður J. Hansen Fremad Amager Danmark, Atli Gregersen liðformaður Víkingur, Sonni Ragnar Nattestad Fylkir Ísland, Viljormur Davidsen Vejle K Danmark – Fróði Benjaminsen HB, Hallur Hansson AC Horsens Danmark (Heini Vatnsdal Fremad Amager 91.) - Sølvi Vatnhamar Víkingur,

Brandur Hendriksson Olsen Randers Danmark, René S. Joensen Vendsyssel FF Danmark - Jóan Símun Edmundsson OB Danmark, 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson HB, Kristian Joensen KÍ, Jónas þór Næs B36, Jóhan Troest Davidsen HB, Rógvi Baldvinsson FK Vidar Noreg, Árni Frederiksberg NSÍ, Pól Jóhannus Justinussen NSÍ, Róaldur Jakobsen B36, Klæmint A. Olsen NSÍ, Páll A. Klettskarð KÍ

Venjari: Lars Olsen

Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen

Gult kort: Fróði Benjaminsen

Ungarn: Péter Gulácsi – Attila Fiola, Richárd Guzmics, Ádám Lang, Tamás Kádar - Ádám Nagy – Balázs Dzsudzsák, Ákos Elek, László Kleinheisler, Krisztián Németh – Tamás Priskin

Gult kort: Tamas Kadar, László Kleinheisler, Attila Fiola

Venjari: Bernd Storck úr Týsklandi

 

----

 

LIÐUGT

0-0

 

93) 0-0

Eftir horna fer bólturin út til málspark.

 

92) 0-0

Eftir ungarskt fríspark fara Føroyar í álop og tiltuska sær horna í vinstru!

 

91) 0-0

Tveir minuttir lagdir aftrat.

Heini Vatnsdal avloysir Hall Hansson, sum hevur spælt framúr væl.

 

90) 0-0

Fróði Benjaminsen er óheppin við temjing, og so smekkar Ungarn til undan vindinum, men bólturin fer dygst omanfyri málið.

 

89) 0-0

Ungarn leggur nógv fyri í royndini at skora sigursmálið, men føroyska liðið er framvegis væl skipað.

 

87) 0-0

So var ungarska toran um at sláa niður. Eftir fleiri spentar støður í føroyska brotsteiginum í meiri enn ein minutt stórbjargar Gunnar Nielsen og so stútar Sonni Ragnar Nattestad burtur.

 

86) 0-0

Eftir aftur og fram endar tað við, at Hallur Hansson smekkar til, men bólturin brestur í stólpan!

 

85) 0-0

Føroyskt fríspark úr 25 metrum eitt vet til høgru - gjørt ímóti Jóan Símuni Edmundsson. Brandur smekkar til, men bólturin brestur í manngarðin.

 

84) 0-0

Brandur Hendriksson hevur ilt við at fáa bóltin at liggja. Endiliga eydnast tað, og føroyingar vilja hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, tí Sonni Ragnar Nattestad verður hildin, men tað letur ikki í dómaranum. 

 

83) 0-0

Aftur fínt álop í vinstru og innlegg frá Viljormi Davidsen. Tað endar við hornasparki í vinstru.

 

80) 0-0

Ungarn fremur triðju framrættaðu útskiftingina: Zoltán Stieber avloysir László Kleinheisler.

 

80) 0-0

GULT KORT. Attila Fiola sær gult fyri ófantaligt fríspark ímóti René S. Joensen.

 

78) 0-0

Aftur ikki nóg neyvt fríspark, tá ið Brandur Hendriksson Olsen roynir seg. Málverjin loftar bóltin.

 

77) 0-0

Brandur Hendriksson Olsen tiltuskar sær fríspark í høgru og frammanfyri miðstrikuna.

 

76) 0-0

Nú sær Ungarn til at hava hug at leggja press á, og okkara menn hava lyndi til at leggja seg ov langt aftur at verja.

 

74) 0-0

Ungarn bjargar væl eftir langskot.

Tað eru 4066 áskoðarar, og harvið eru tað ikki øll, ið hava hættað sær á vøllin, sum hava keypt atgongumerki.

 

73) 0-0

So var Ungarn í góðari støðu í vinstru, men Sonni Ragnar Nattestad kastaði seg og blokeraði.

 

72) 0-0

Eftir fínt føroyskt álop verður sera ógvusligt fríspark gjørt ímóti Halli Hansson. Ungarski spælarin sær ikki gult. Støðan í vinstru er sera vandamikil, og tað er Viljormur Davidsen, sum tekur sær av frísparkinum, men bólturin verður lagdur ov aftarlaga.

 

70) 0-0

Ungarn skiftir út: Krisztián Németh fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Nemanja Nikoli.

 

69) 0-0

Fleiri føroyskir spælarar hita upp.

 

68) 0-0

Føroyingarnir vinna flestu nærdystirnar og vinna fleiri fríspark.

 

67) 0-0

René S. Joensen er uttanfyri vøllin, tí hann bløðir næsablóð. Lars Olsen veipar til dómaran um, at hann skal vinka føroyska spælaran innaftur.

 

66) 0-0

Síðstu løtuna hava Føroyar verið greitt omaná. Sera góður hýrur millum áskoðararnar.

 

64) 0-0

Fantastiskt álop í vinstru har René S. Joensen og Viljormur Davidsen, sum leggur innfyri, eru sentralir. Aftur hesa ferð er tað nær við og næstan!

 

63) 0-0

Sera góð løta hjá føroyska liðnum. Eftir langt innkast úr vinstru støkkur bólturin í vøllin, og so smekkar Sølvi Vatnhamar til við handara stólpa, men tíverri fer bólturin upp um málið. Risa møguleiki!

 

61) 0-0

Bara nøkur sekund seinni er aftur talan um vandamikla støðu. Tað endar við, at René S. Joensen roynir seg, men tað verður blokerað til horna í høgru, sum einki spyrst burturúr.

 

61) 0-0

Eftir fríspark framlegging er álopið fínt, og tað endar við, at Sølvi Vatnhamar stútar dygst við síðuna av.

 

60) 0-0

Hallur Hansson sneiðir og sneiðir og tiltuskar sær fríspark á miðstrikuni.

 

59) 0-0

Tað er ikki talan um press frá Ungarn. Gestirnir munnu vóna, at tað skal eydnast at skora avgerandi málið, tá ið føroyingarnir, sum arbeiða og pressa nógv, eru farnir at møðast.

 

56) 0-0

Nú er Ungarn nógv á bóltinum, men higartil hava gestirnir ikki eftir steðgin spælt seg til upplagdan málmøguleika.

 

54) 0-0

Ein ungari fer um koll og Bárður J. Hansen saman við honum. Dómarin bríkslar, men tað er ikki fyri brotssparki til Ungarn men málsparki til Føroyar. Hetta var ein hvøkkur!

 

54) 0-0

GULT KORT. Fróði Benjaminsen fyri fríspark.

 

53) 0-0

Ungararar hava bóltin nógv, men okkara menn trýsta og pressa so nógv, at tað ofta eru ungarsk mistøk.

 

51) 0-0

Ungarn fær horna í høgru, hóast tað tóktist vera ein av teimum reyðu, ið var síðstur á bóltinum. Eftir innleggið verður smekkað til, men føroyska verjan blokerar.

 

49) 0-0

Framúr føroyskt álop eftir at Brandur Hendriksson vann bóltin á miðjuni. Tað endar við, at Hallur Hansson leggur í brotsteigin eitt vet til vinstru, men málverjin er akkurát fyrri enn René S. Joensen.

 

47) 0-0

Innleggið hjá Brandi Hendriksson við hornasparki er ikki nóg neyvt.

 

46) 0-0

Sølvi Vatnhamar og Bárður J. Hansen vinna horna í høgru.

 

46) 0-0

Nú er tað væl turrari.

Tað verður spennandi at síggja, um tað fer at eydnast føroyska liðnum framvegis at vera frammarlaga, tá ið verjugarðurin verður lagdur.

Ongar skiftingar eru gjørdar í steðginum.

Føroyingarnir geva bóltin upp.

 

--

Tað er eftir gott føroyskt avrik - serliga seinna partin av hálvleikinum - at føroysku spælararnir nú rinda møðina og leggja ætlanir fyri, hvussu tað skal farast fram eftir steðgin.

Stóra avbjóðingin er nógvi vindurin, sum nú verður ímóti. Føroyingar hava ikki roynt seg so nógv við langskotum. Tað kann roknast við, at ungararar fara at royna við meiri skotum úr stórari fjarstøðu. Tað verður stór avbjóðing!

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

45) 0-0

Einki spyrst burturúr frísparkinum. Bólturin fer út til føroyskt málspark.

 

45) 0-0

Ungarn fríspark úr 22 metrum.

Ein minuttir lagdur aftrat.

 

44) 0-0

Uha. So var vindurin við at spæla eitt puss eftir afturlegging til Gunnar Nielsen, sum akkurát kláraði at takla á brotsteigarmarkinum!

 

44) 0-0

Eftir fríspark og út frá aftur smekkar René S. Joensen til, bólturin strýkur ímóti málinum, men málverjin bjargar.

 

42) 0-0

GULT KORT. László Kleinheisler fyri at steðga føroyskum skjótálopi.

 

41) 0-0

Mesta føroyska spælið gongur fram í vinstru, har Viljormur Davidsen er framúr framrættaður.

 

38) 0-0

Hallur Hansson spælir fram til Rene S. Joensen, men málverjin er akkurát undan føroyska spælaranum!

 

36) 0-0

Størsti møguleiki higartil, tá ið liðformaðurin Balázs Dzsudzsák er leysur, tá ið Gunnar Nielsen hálvbjargar á brotsteigarmarkinum, men hann sendir bóltin framvið málinum.

 

35) 0-0

Vandamikið innlegg úr høgru hjá Ungarn, men Gunnar Nielsen tveitir seg og heldur bóltinum.

 

33) 0-0

Fínt álop í høgru, har Sølvi Vatnhamar, og Bárður J. Hansen, sum leggur flatt innfyri, eru sentralir. Jóan Sìmun smekkar til av brotsteigarmarkinum, og tað verður blokerað. Spell at Jóan Símun ikki fekk eyga á Hall Hansson, sum var í uppaftur betri støðu!

 

30) 0-0

Framúr álop í vinstru, har Jóan Símun Edmundsson er sentralur, og har Viljormur Davidsen strýkur til baklinjuna og leggur innfyri, men tað er akkurát og næstan undir málinum.

 

27) 0-0

Ungarn fremur fyrstu útskiftingina. Adam Szalai avloysir Tamas Priskin í álopinum.

 

27) 0-0

Tað er eingin munur á liðunum. Føroyska liðið er væl skipað bæði í álopi og verju, og tað hongur væl saman millum keturnar.

 

26) 0-0

Føroyska liðið hevur fríska lotið undan í fyrra hálvleiki.

 

24) 0-0

Føroyska liðið megnar væl at leggja press á, tá ið tað hevur spælt sær av við bóltin frammarlaga á vøllinum.

 

22) 0-0

Eftir nærdyst liggur Hallur Hansson skaddur á vøllinum. Hann hevur higartil verið framúr væl upplagdur. Tíbetur reisir hann seg aftur, men hann haltar framvegis.

 

20) 0-0

Framúr snild sending hjá Balazs Dzsudzsak er um reppið at bera risa møguleika við sær, men tað verður bríkslað fyri rangstøðu!

 

19) 0-0

Nú var um reppið: Eftir langa framlegging úr vinstru frá Atla Gregersen og snittara víðari, var Jóan Símun Edmundsson leysur við handara stólpa, men temjingin - fimm metrar úr málinum - kiksaði!

 

18) 0-0

Tað gongur javnt á, men tað eru ikki upplagdir málmøguleikar.

 

16) 0-0

Tríggjar teir seinastu minuttirnar hevur bólturin fyri tað mesta verið á ungarsku hálvuni.

 

14) 0-0

Føroyingarnir spæla við stórum sjálvsáliti!

 

13) 0-0

Einki spyrst burturúr hornasparkinum.

 

12) 0-0

Ungarn tiltuskar sær horna í høgru.

 

11) 0-0

GULT KORT. Tamas Kadar.

 

11) 0-0

Ungarn ger manngarð, Jóan Símun og Brandur standa hjá bóltinum, Brandur smekkar til, og bólturin brestur í síðunetið, skeivu megin stólpan!

 

10) 0-0

Fróði Benjaminsen tiltuskar sær fríspark á brotsteigarmarkinum í høgru!

 

09) 0-0

Fínt føroyskt álop við breidd og dýpt endar við, at Jóan Símun Edmundsson smekkar til, men málverjin bjargar.

 

08) 0-0

Ungarn hevur havt fyrstu skotroyndina, men umvegis høvdið á ungarskum spælara støkkur bólturin út til málspark.

 

06) 0-0

Føroyar eiga fyrstu royndina í brotsteigin, tá ið fríspark verður lagt fram úr vinstru, men einki spyrst burturúr. Vindurin tykist órógva meiri, enn tað sá út til fyri løtu síðani.

 

02) 0-0

Ungarn meiri á bóltinum fyrstu løtuna, men eingin málmøguleiki.

 

01) 0-0

Ungarn gevur bóltin upp.

Føroyingar eru í hvítum troyggjum og hosum og bláum buksum.

Ungararnir eru í reyðum troyggjum, hvítum buksum og grønum hosum.

 

00) 0-0

Atli Gregersen er føroyskur liðformaður, og nú heilsar hann upp á liðformannin hjá Ungarn.

 

00) 0-0

Tjóðsangirnir ljóma - fyrst tann ungarski og so Tú alfagra land mítt.

 

Øll 4700 atgongumerkini eru seld. Tað sæst tó ikki á áskoðaraplássunum, har tað higartil hevur verið rættiliga tómligt. Orsøkin er tann, at tað regnar í Gundadali. Líkindini at spæla fótbólt eru tó ikki so galin. Lotið tykist ikki órógva, og tað er ikki kalt.

 

Vónirnar eru góðar at vinna gott úrslit, men tað ræður um at hava bæði beinini á jørðini, tí mótstøðuliðið er Ungarn, sum stóð seg væl í EM endaspælinum í summar.

 

Ungarn hevur verið í venjingarlegu síðani 22. august. Teir hava vant á graslíki og eru harvið trimmaðir til uppgávuna á graslíkinum á Tórsvølli í kvøld.

 

-Hjá okkum snýr tað seg fyrst og fremst um, at spælararnir vísa rætta hugburðin, sigur venjarin Lars Olsen.

 

Føroyar-Ungarn kl. 19.45

HM undankappingardystur

Á Tórsvølli týsdagin 6. September 2016 kl. 19.45

Dómarakvartett úr Slovenia: Slavako Vincic, Bojan Ul, Matej Zunic og Matej Jug

Gunnar Nielsen FH Ísland – Bárður J. Hansen Fremad Amager Danmark, Atli Gregersen liðformaður Víkingur, Sonni Ragnar Nattestad Fylkir Ísland, Viljormur Davidsen Vejle K Danmark – Fróði Benjaminsen HB, Hallur Hansson AC Horsens Danmark, Brandur Hendriksson Olsen Randers Danmark, Sølvi Vatnhamar Víkingur, Jóan Símun Edmundsson OB Danmark, René S. Joensen Vendsyssel FF Danmark

Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson HB, Kristian Joensen KÍ, Jónas þroest Davidsen B36, Jóhan Troest Davidsen HB, Rógvi Baldvinsson FK Vidar Noreg, Heini Vatnsdal Fremad Amager Danmark, Árni Frederiksberg NSÍ, Pól Jóhannus Justinussen NSÍ, Róaldur Jakobsen B36, Klæmint A. Olsen NSÍ, Páll A. Klettskarð KÍ

Venjari: Lars Olsen

Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen

Ungarn: Péter Gulácsi – Attila Fiola, Richárd Guzmics, Ádám Lang, Tamás Kádar - Ádám Nagy – Balázs Dzsudzsák, Ákos Elek, László Kleinheisler, Krisztián Németh – Tamás Priskin

Venjari: Bernd Storck úr Týsklandi


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her