Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 15.05.2018 (08:31)

Fyrsta venjingarmiðstøð í Føroyum fær nú eftirlit við doping

Fyrsta venjingarmiðstøðin í Føroyum fer nú undir eitt skipað eftirlit við doping av bæði vitjandi og starvsfólki. Tað er Tvørmegi sum hevur gjørt eina avtalu við ÍSF og Anti Doping Danmark um at Tvørmegi skal fara undir danska dopingeftirlitið. 

 

Heini Hátún í Tvørmegi sigur í eini fráboðan í morgun, at danskt eftirlit er einasti møguleiki, tí enn er eingin føroysk skipan á økinum til venjingarmiðstøðir í Føroyum.

 

– Tvørmegi hevur greiðan politikk viðvíkjandi doping, men eingin føroysk eftirlitsskipan er, soleiðis at eitt løggilt eftirlit kann tryggjast í verki, sigur hann. 

 

Hann heldur at dopingeftirlit hevur stóran týdning, helst í kraftítrótti, og nú verður so ein skipan sett í verk, har eftirlitið fer á ófráboðaðar vitjanir í Tvørmegi,  tá vanlig venjing er, og tá kappingar verða fyriskipaðar. Á slíkum vijanum hava bæði íðkandi og starvsfólk skyldu at lata eftirlitinum dopingroyndir, og tey, sum ikki lata eina roynd, verða viðfarin sum um at tey hava tikið dopingarevni. Í fyrsta lagi er revsingin ein karantena í tvey ár.

 

Samstundis er tað ein partur av avtaluni, at tað verður bannað at hava dopingarevni á venjingarmiðstøðini

 

Jarvin Feilberg í ÍSF er sera fegin um, at fyrsta venjingarmiðstøðin í Føroyum nú hevur sett dopingeftirlit í verk og nú fer ÍSF at bjóða øllum hinum venjingarmiðstøðunum í Føroyum til kunningarfund um doping.

 

– Okkara vón er sjálvandi at allar venjingarmistøðirnar gera avtalu við Antidoping Danmark um doping eftirlit, soleiðis at foreldur at ungum íðkarum kunnu vera vís í, at børn teirra venja  á eini venjingarmiðstøð, sum ikki vil vita av doping, sigur hann.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her