Fyrsta videolag við KATA – ’Risin og moyggin’

Filmsleiksstjórin og Geytavinnarin Heiðrikur á Heygum, sum hevur gjørt videoløg fyri Byrta, Eivør, Orka v. fl.  hevur nú gjørt videolag til Kata.

 

Videolagið varð tikið upp í Føroyum í summar, og hetta er fyrsta vidoelag hjá bólkinum. Sangurin er ævintýrkenda kvæðið ‘Risin og moyggin’.

 

Kata: Guðrið Hansdóttir, Arnfríð Lützen, Greta Bech, Unn Paturson og Eyð Berghamar Jacobsen. Tónleikarar: Rógvi á Rógvu og Lasse Thorning Jæger á ávikavist slagverki og elektroniskum effektum.

 

Heiðrikur á Heygum hevur til hetta vidoelagið fingið íblástur bæði úr føroyskum sagnum og søgum, ið fortelja um huldukonur -  og úr norrønnu gudalæruni, har vit hoyra um nornurnar, ið spinna og veva menniskjunar lagnutræðrir.

 

 

’Risin og moyggin’ er eitt gamalt skemtikvæði, sum í høvuðsheitum snýr seg um ein risa, ið roynir at billa einari ungmoy inn at hann er ein kongssonur. Hann biðjur hana lata dyrnar upp, men hon vil fyrst hava prógv fyri at hann veruliga er ein kongssonur. Tá ið hann hvørki dugir at lesa upp úr halgubók ella at spæla á hørpu fyri henni, trýr hon honum ikki, og noktar honum inn. Risin fer við hjartasorg heim aftur til mammu sína, ið átalar at hann ikki var líka áhaldin sum pápin, ið bara hevði brotið inn, um gentan ikki sjálv lat upp.

 

Lagið ‘Risin og moyggin’ hjá Kata er ein samanseting og tulking av tveimum gomlum laglinjum, ið eru settar saman. Laglinjan sum er brúkt til versið varð sungin inn á band av Albert Djurhuus, Sumba, í 1971, og laglinjan sum er brúkt til niðurlagið varð sungin inn á band av Johanne Pouline Djonesen, Sørvági, í 1902.

 

Unn Paturson hevur gjørt útsetingina, og sangurin er at finna í fullari longd á fløguni hjá Kata – ’Tívils døtur’ (Tutl, 2016)

 

  

’Risin og moyggin’ v. KATA 

 

Hugskot og leikstjóri: Heiðrikur á Heygum

Kamera: Rúni Friis Kjær

Hjálparfólk: Helga Djurhuus

Stólur: Nicolaj Falck 

Upptøkur gjørdar í Kringvarpinum, juli 2017

 

KATA: Guðrið Hansdóttir, Arnfríð Lützen, Eyð Berghamar Jacobsen, Greta Bech og Unn Paturson.

Tónleikarar: Rógvi á Rógvu og Lasse Thorning Jæger á ávikavist slagverki og elektroniskum effektum.

 

Stuðlað hevur Mentanargrunnur landsins.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja videolagið.