Fyrstu campingvognarnir komnir til Dansibandsfestivalin

Ársins Dansibandsfestivalur verðurá Eiðinum í Vági um vikuskiftið.

 

Umframt hugna, felagssang og góðan dans, so seta teir mongu campingvognarnir dám á, tá Dansibandsfestivalur er vesturi á Eiðinum í Vági.

 

Og í ár er onki undantak.

 

Plássini til campingvognar eru útseld, eins og vikuskiftispassini, og óivað er gott hugskot at koma í góðari tíð, fyri at tryggja sær gott pláss.

 

Og longu nú eru fyrstu vognarnir komnir, og bera boð um, at vikuskiftið í Vági kemur at bera brá av, at Dansibandsfestivalur er í Vági.

 

##med2##

 

##med3##