Fyrstur at flenna tapir

Nú er ein føroysk útgáva komin av farsóttini, sum hevur spreitt seg á netinum.

Í seinastuni hava tey sokallaðu 'Bad Dad Jokes' sjónbondini koyrt nógv runt á sosialu miðlunum, har tað gongur út uppá at fortelja vánaligar skemtisøgur, andlit til andlits, uttan at flenna.

 

Her er tað sum oftast kend fólk, ið standa andlit til andlits í móti hvørjum øðrum, og um man flennur fær mótstøðumaðurin stigið. Tann, ið fær flest stig, vinnur.

 

Nú hava hava nøkur ung sligið seg saman at gera eina føroyska útgávu av 'Bad Dad Jokes.' Í hesum brotinum eru tað Jógvan Simonsen og Jógvan Olsen, sum kappast.

 

 

Framleitt: Hans Terje Vestergaard

Mótstøðumenn: Jógvan Simonsen & Jógvan Olsen

Lagt til rættis: Hans Terje Vestergaard & Bogi Christiansen

Frásøgufólk: Niklas Reinert & Heri Danielsen