Fyrstvaldi býráðslimur í Havn fyllir 30 ár í dag

Í dag fyllir Tróndur Sigurðusson 30 ár. Hann er nógv tann yngsti limurin í Tórshavnar býráð. Næstyngsti býráðslimurin í Havn er Annika Olsen, borgarstjóri, sum er 13 ár eldri

Í dag fyllir Tróndur Sigurðusson, býráðslimur í Havn, 30 ár. Hann er nógv tann yngsti limurin í Tórshavnar býráð. Næstyngsti býráðslimurin í Havn er Annika Olsen, borgarstjóri, sum er 13 ár eldri – hon er 43 ár.

 

Á seinasta býráðsvali varð Heðin Mortensen stóri atkvøðuslúkurin við 2.506 atkvøðum. Hann er klárt tann, sum hevur fingið nógv flestar persónligar atkvøður til eitt býráðsval í Havn. Men Heðin Mortensen er ikki longur limur í Tórshavnar býráð. Fyri fyrstu ferð síðani 1. januar í 1973, er Heðin Mortensen í einum longri farloyvi frá býráðsarbeiðinum, tí hann er landsstýrismaður í samferðslumálum, og tí kann hann ikki eisini sita í býráðnum í Havn.

 

Næstflestar atkvøður á býráðsvalinum seinast fekk Tróndur Sigurðsson, sum fekk 676 persónligar atkvøður. Tað var so nógv meira, enn Gunvør Balle, sum var á triðja plássi við 514 persónligum atkvøðum. Og nú Heðin Mortesen er farin úr býráðnum fyribils, so er Tróndur Sigurðsson, fyrstvaldi býráðslimurin. Fyrstvaldi býráðslimur er tann, sum hevur flestar atkvøður á tí lista, sum fekk flestar atkvøður.

 

Javnaðarflokkurin gjørdist nógv tann størsti flokkurin á seinasta býráðsvali við 39,2 prosentum av atkvøðunum. Næststørstur var Tjóðveldi við 27,8 prosentum. Fólkaflokkurin, sum fekk borgarstjóran, fekk 13,7 prosent av atkvøðunum. Tróndur Sigurðsson fekk mera enn dupult so nógvar atkvøður, sum Annika Olsen, sum fekk 332 persónligar atkvøður.

 

Hóast yngsti býráðslimur, so er hetta onnur býráðssetan hjá Tróndi Sigurðsson í Tórshavnar býráð. Hann varð fyrstu ferð valdur í býráðið í Havn á næstseinasta býráðsvali sum 24 ára gamal.