Hon var fyrsti kvinnuligi samveldiskanslari í Týsklandi, og nú stendur hon til at vinna fyri fjórðu ferð
Tann 63 ára gamla Angela Merkel er ávegis ímóti fjórða skeiðnum sum samveldiskanslari í Týsklandi.
Les meira um Merkel her:
Navn: Angela Doroteha Merkel (doypt: Angela Dorothea Kasner)
Fødd: 17. juli 1954 (63 ár)
Føðistaður: Hamburg í táverandi Vesturtýsklandi, men familjan flutti til Templin í Eysturtýsklandi, tá hon var tríggjar mánaðir gomul.
Foreldur: Horst Kasner, prestur, úr Berlin og Herlind Jentzch, lærari úr Danzig.
Útbúgving: Útbúgving fysikari við doktaragrad í kvantekemi.
Starvsleið: Byrjaði politisku starvsleiðina síðst í 1980'unum. Eftir at Berlinmúrurin fall varð hon ein av teimum politikarum, sum Helmut Kohl, kanslari, tók framum. Týskur samveldiskanslari síðani 22. november í 2005 sum hin fyrsta kvinnan.
Hjúnarstøða: Síðani 1998 gift í øðrum hjúnarlagi við Joachim Sauer, kemiprofessara. Navnið Merkel hevur hon frá fyrra hjúnarlagnum við Ulrich Merkel.
Bústaður: Býr í íbúð í Berlin.
Annars: Vaks upp í táverandi Eysturtýsklandi, dámar væl at standa á skíð, tosar flótandi russiskt.
Kelda: Bundskanzlerin.de.
/ritzau/