Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 14.07.2018 (08:30)

G! festivalurin fór í luftina í stormi og regni nátt

Líka fantastiskt, sum veðrið á G! var hósdagin, líka ófantaligt var tað í nátt. Tað hevur verið oysregn í nátt, og samstundis hevur tað verið heilt fitt av vindi. Og tað kom eisini óvart á bæði øll tey túsundtals fólkini, sum hava leitað sær á G! festivalin hesar dagarnar og á tey, sum standa fyri G! Festivalinum,

 

Løgreglan sigur, at nógv at tjøldunum hoknaðu niður í storminum og regninum og vórðu slættað við jørðina, og heilt nógv fólk fór til húsar. Eisini tjøld á sandinum fóru í vindinum og regninum. Tað vóru nógv foreldur, og onnur avvarðandi, sum vóru eftir fólki í nátt, sigur løgreglan.

 

Sigvør Laksá, stjóri á G!, sigur, at veðrið kom óvart á tey, tí tað varð meiri vindur og meiri regn enn tey væntaðu. Men allar konsertirnar vóru kortini sum ætlað. Men tá ið tær vóru lidnar, regnaði so illa, at ljóðfør, og onnur útgerð, mátti pakkast niður, og fáast undir tak. 

 

Hon sigur, at hóast illveður, var lagið á tjaldingarøkinum gott, men tá ið veitslan var av, fóru fólk til hús.

 

Og Sigvør Laksá staðfestur, at tey herja á aftur í dag og eru farin í holt við at rigga til aftur. Tey eru í holt við at seta upp aftur og at framførslurnar, ið skuldu verða í dag verða, sum ætlað. 

 

Og eftir veðurtíðindunum er einki at frykta fyri, tí bæði í dag, í kvøld og í nátt, verður tað mjørki, men at kalla stilli.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her