fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 14.1m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 20.04.2017 (13:30)

G! millum heimsins bestu:Hetta er stórt hjá okkum

Heimskendi miðilin CNN hevur kosið G! festivalin at vera ein av 16 teimum bestu tónleikafestivalunum í heiminum í gjár, og í síðstu viku varð G! á lista yvir fimm teir bestu festivalarnar á National Geographic Traveller.

 

 

Sigvør Laksá, stjóri fyri G! festivalin er sera glað fyri viðurkenningina frá stóru útlendsku miðlunum.

 

 

-Tað er stórt hjá okkum at fáa síkar viðurkenningar. Okkara vón er, at tað ger at fleiri fólk síggja okkum og hava hug at koma hendanvegin, sigur hon.

 

 

Hon greiðir frá, at í fjør vóru gott 200 atgongumerki keypt á netinum úr øðrum londum enn Føroyum.

 

 

-Vt hava nógvar útlendskar gestir og vit vilja fegin fáa fleiri, tí tað er pláss fyri tí. Størsta avbjóðingin er, at tað er onki hotell nærhendis, sigur Sigvør Laksá

 

 

Hon sigur, at fyriskipararnir longu hava fingið fyrispurningar frá fólki, eftir at tey hava sæð greinarnar.

 

  

Les greinina á CNN her

Les greinina á National Geographic Traveller her