fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 16.08.2017 (17:20)

Gaffa: Dynamit næstan líka gott sum TOTO

- Tjah, Kandis á speed blandað við Johnny Madsen – kanska.


Soleiðis lýsir ummælarin hjá donsku tónleikasíðuni Gaffa framførsluna hjá Dynamit fríggjakvøldið á Summar Festivalinum.


Dynamit hevur annars orð á sær ikki at fáa serliga góð ummælir, men ummælarin hjá Gaffa letur væl at, og sambært stjørnunum, ið hann letur teimum, ið framførdu, so vóru framførslurnar hjá Dynamit og aðrir føroyingar ikki langt aftanfyri heimskenda bólkin TOTO.


Tí meðan Dynamit fær fýra stjørnur, fáa TOTO og Lukas Graham fimm stjørnur. Eisini føroysku sangkvinnurnar Konni Kass og Kristina Bærendsen fáa fýra stjørnur hvør, meðan Christopher og Bluecoat Brass Band fáa tríggjar stjørnur.


Ummælarin var til staðar, tá Summar Festivalurin var í Klaksvík um vikuskiftið, og letur sum heild væl at festivalinum og ummælir fleiri av bólkunum og einstaklingunum, ið framførdu á festivalinum.


Til ber at lesa øll ummælini við at trýsta á her


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her