fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 5.6m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 18.05.2017 (22:48)

Galaxy á heimferð

Galaxy hevur í nakrar vikur avloyst Smyril, sum var í dokk hefyri. Nú er Smyril aftur, og grikska ferjan er á veg heim.

 

 

Sambært marinetraffic.com er Galaxy stødd við suðurenda Írlands.

 

 

Síðstu dagarnar í avloysaratíðini í Føroyum vóru eitt sindur baldrutir, tí skipið megnaði ikki at sigla allar túrararnar um Suðuroyarfjørð, tá veðrið gjørdist eitt sindur verri, enn tað hevði verið vikurnar frammanundan.

 

 

Galaxy er bygd í Póllandi í 1979 og er skrásett í Panama, og er á heimferðini í løtuni við at sleppa suðurendanum av Írlandi.