fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 2.1m/s

Leita á in.fo

Mynd: Polfoto

Hallur av Rana 11.10.2017 (10:35)

Game of Thrones sjónleikari til Føroyar

Tá Burn Fitness um ein mánað skipar fyri Burn Showdown, ið er heitið fyri 14 fitness kappingar yvir tveimum døgum, verður ein heimsstjørna millum gestirnar.


Íslendingurin Hafþór Júlíus Björnsson, ið tey flestu nokk best kenna fyri hansara leiklut sum Ser Gregor “The Mountain” Clegane í sjónvarpsrøðini Game of Thrones, kemur nevniliga til Føroyar í samband við tiltakið.


Umframt the Mountain, skriva fyrireikararnir, at tey eisini fáa vitjan av Bill Kazmaier og Medinu. Tiltakið endar, tá síðstnevnda trínur á pallin.


14 kappingar eru á skránni í Burn Showdown, har kappast verður í styrki, úthaldni og vakurleika.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her